Flokkur stovnaður fyri at gera kannabis lógligt

19.07.2018 - 08:45
InnlendisPolitikkur
Flokkur stovnaður fyri at gera kannabis lógligt
Framtakið fyri rættinum at velja kannabis eitur nýggi flokkurin, ið hevur eittans hjartamál.

Flokkurin er hvørki høgra- ella vinstravendur. Hevur onga støðu til loysing ella samband - ella fyri so vítt onnur politiskt stórmál.

Flokkurin "Framtakið fyri rættinum at velja kannabis" ætlar at selja seg politiskt fyri onnur mál, um talan er um at gera kannabis lógligt.

- Fyrst snýr tað seg um at gera kannabis lógligt sum heilivág. Síðani verður arbeitt við at gera kannabis lógligt sum heild, sigur Hallur Hjalgrímsson Djurhuus, sum er ein av stovnarunum av nýggja flokkinum.

Fyri at flokkurin skal sleppa at stilla upp, er neyðugt at 800 fólk skriva undir. Sum nú er hava áleið 300 fólk skriva undir.

Summartímin mikudagin 18. juli

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Leygardag 18. mai
Vikan 18. mai 2024
175285
Leygardag 18. mai
Morgunlestur leygardagur 18. mai 2024
174858
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216