Torført at fáa fólk at arbeiða fisk

18.08.2018 - 10:03
InnlendisVinna
Torført at fáa fólk at arbeiða fisk
Tað sigur Atli Gregersen, stjóri í Luna, sum í løtuni søkir eftir fólki til HiddenFjord í Sørvági, sum hevur vaksandi virksemi. Fá eru arbeiðsleys
Luna í Sørvági skal hava fleiri fólk í arbeiði til alingina hjá HiddenFjord.

Makrelfiskiskapurin byrjar nú, og tí verður meira arbeiðið á uppisjóvarvirkjunum kring landið um fáar vikur.

Pelagos í Fuglafirði fær brúk fyri 25 fólkum aftrat, tá virkið fer at virka makrel um nakrar vikur. 

Men Jóhan Páll Joensen, stjóri á virkinum sigur, at higartil hevur ikki verið torført at fáa fólk til fiskaarbeiðið, og hann væntar heldur ikki, at tað verður tað í ár. 

Virkið hevur sum oftast nógvar skúlanæmingar í arbeiði, og eisini fólk, sum eru knýtt at virkinum, men sum arbeiða aðrastaðni, tá lítið virksemi er á Pelagos. 

Eisini Marine Harvest fer um einar tvær vikur at søkja eftir fólki til nýggja kryvjivirki, sum letur upp á Strondum um ein mánað. Marine Harvest skal brúka 25-30 fólk til hetta arbeiðið. 

Hans Jákup Mikkelsen, stjóri í felagnum, sigur, at hann veit ikki, um tað verður torført ella lætt at fáa fólk fyrr enn felagið hevur søkt eftir fólki. 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Hósdag 25. apríl
RagnarRokk 25.apríl 2024
173545
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098
Sunnudag 21. apríl
Andakt við Sólrun Poulsen
174012