Makrelsemjan óviss

28.08.2018 - 17:35
InnlendisVinna
Makrelsemjan óviss
Makrelsemjan, sum ES, Noreg og Føroyar gjørdu tíðliga í 2014, fer úr gildi í ár, og enn er óvist, um avtalan fer at halda fram.

Avtalan frá 2014 var ein góð avtala fyri Føroyar, og avtalan trífaldaði makrelin, sum Føroyar fingu.

Nú fiskimálaráðharrarnir í Norðuratlantshavi hava havt ráðstevnu í Føroyum, var makrelavtalan umrødd.

Føroyar og ES eru fyri at leingja avtaluna, segði ES-nevndarlimurin Karmenu Vella, á tíðindafundi, tá ráðstevnan endaði.

Norska umboðið á fundinum, Veronica Isabell Pedersen, vararáðharri, segði, at Noreg ikki enn kann siga, um avtalan um makrelin fer at halda fram, tí fleiri viðurskifti skulu umrøðast fyrst.

Grønlendski landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Erik Jensen, gjørdi greitt, at verður Grønland viðurkent sum strandaland, so tekur landið undir við makrelsemjuni.

Hoyr Høgna Hoydal, fiskimálaráðharra, greiða frá omanfyri. 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Leygardag 18. mai
Vikan 18. mai 2024
175285
Leygardag 18. mai
Morgunlestur leygardagur 18. mai 2024
174858
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216