Verkfallsrætturin skerjast

11.09.2018 - 18:19
InnlendisPolitikkur
Verkfallsrætturin skerjast
Løgmaður ætlar at skerja verkfallsrættin við lóg, og tað mótmæla seks fakfeløg harðliga í yvirlýsing.

Løgmaður ætlar at skerja verkfallsrættin við lóg. Og tað mótmæla seks fakfeløg harðliga í yvirlýsing. 

Men talan er ikki um at avtaka verkfalsrættin, men at tryggja at lív og heilsa ikki verður sett í váða hjá teimum mest útsettu í einari verkfalsstøðu. 

Í viðmerkingunum til løgmanssrøðuna, stendur ein orðing, sum nú, hálvan annað mánaða eftir at Aksel V. Johannesen helt sína røðu, fær seks fakfeløg at mótmæla.

- Vit kunnu ikki góðtaka tað, at tað verður gjørd ein lóg, sum skerjir verkfallsrættin hjá fakfeløgunum. Myndugleikin hevur allan rættin á sínari síðu, og við at taka verkfallsrættin frá okkum, so hava vit einki, sigur Óluva í Gong, forkvinna í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.

Og tað, sum fakfeløgini so harðliga og bersøgið mótmæla, er hendan orðingin á síðu 40 í viðmerkingunum:

"Løgmaður hevur heitt á Samferðslumálaráðið, sum varðar av arbeiðsmarknaðarmálum, um at umhugsa, hvussu lóggáva kann setast í verk, har tað púra greitt framgongur, hvussu skal farast fram í verkfallsstøðu, har lív ella stór samfelagsvirði eru í váða. Hugt verður at, hvussu gjørt verður í okkara grannalondum, har sama arbeiðsmarknaðarmodel verður nýtt."

Løgmaður heldur tó, at fakfeløgini eru ógvuslig í teirra orðum, tí talan er als ikki um at avtaka verkfallsrættin. Løgmaður heldur eitt nú, at tað er skilagott at hyggja eftir, meðan friður valdar, hvussu forðast kann fyri, at lív eru í váða, tá verkfall eitt nú rakar eitt sjúkrahús. 

Men fakfeløgini halda, at hetta er eitt sera álvarsamt brot á rættindi hjá einum parti á arbeiðsmarknaðinum, sum eru vunnin gjøgnum hart stríð. Fakfeløgini halda, at tað er at taka alt tað sum fakfeløgini hava bart fyri, síðani tey vóru sett á stovn, burtur. 

Hoyr innslagið omanfyri. 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 15. mai
Morgunlestur mikudagur 15. mai 2024
174855
Mikudag 15. mai
LEITISSTEIN 14.05.2024
175079
Týsdag 14. mai
Breddin: Verkfall og haturstala
175044
Týsdag 14. mai
Góðan morgun Føroyar
175040
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. mai
Veðrið
175069
Týsdag 14. mai
Breddin: Orðaskifti um verkfall
175057
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Estetiskur fimleikur: FM 2024
174949