Rætt at fara í samhugaverkfall

Rætt at fara í samhugaverkfall
Hóast nevndin í Lærarafelagnum visti, at tey ikki høvdu heimild at fara í samhugaverkfall seinasta fríggjadag, so gjørdi felagið kortini av at senda teirra limir í verkfall.
 
10.11.2023 - 17:35

Føroya Lærarafelag hevur verið á fundi við Fíggjarmálaráðið, har felagið fekk at vita, at ráðið fer at koma við einum sektaruppskoti, tí felagið óheimilað fór í samhugaverkfall seinasta fríggjadag saman við hinum feløgunum á almenna arbeiðsmarknaðinum.

Jacob Eli S. Olsen sigur, at tey væl vistu, at felagið hevði eina fráboðanarskyldu, sum tey ikki hildu, men tá Løgtingið setti inn við lóg, so var ikki annað at gera.

- Tað var pura rætt av Lærarafelagnum og øðrum fakfeløgum at fara í samhugaverkfall við sjúkrarøktarfrøðingunum, nú landsstýrið valdi at fara í Løgtingið at lóggeva tær aftur til arbeiðis og harvið gera seg inn á verkfallsrættin. Men innanfyri tað, sum er skrivað í avtaluni hjá okkum, so var tað ikki heilt í tráð við tað, sigur formaðurin í Lærarafelagnum.

Hann vísir á, at verkfallsrætturin er tann møguleikin, sum fakfeløgini hava at gera vart við seg við teirra sjónarmiðum vegna sínar limir.

- Tá man velur at lóggeva ímóti tí, so siga vit frá, tí tað er nakað, man ger við samráðing og ikki við lóggávu, sigur Jacob Eli S. Olsen.

.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 27. apríl
Morgunlestur leygardagur 27. apríl 2024
173999
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Fríggjadag 26. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 26. apríl 2024
173998
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098