Myndaódn í Steinprenti

07.12.2018 - 20:40
Lívsstílur
Myndaódn í Steinprenti
Steinprent tekur samanum árið, ið fór
Kinna Poulsen í Steinprenti
Mynd: Kinna Poulsen  

Kl. 16 í dag var fernisering í Steinprenti. Tað er framsýningin "Myndaódn", sum varð sett í gongd. Innihaldið í framsýningini er list, sum hevur verið sýnd fram í Steinprenti í 2018. Men talan er eisini um spildurnýggja list, sum er gjørd serliga til hesa framsýningina.

Talan er um eina sera fjølbroytta framsýning við nógvum listafólkum - Hansinu Iversen, Randi Samsonsen, Onnu Seppälä, Fríðu Matras Brekku, Bárði Oskarsson, Bárði Jákupsson, Rannvá Kunoy, Hanna Bjartalíð, Claus Carstensen, Julie Sass, Louise Aakerman Nielsen, Tóroddi Poulsen, Erik Heide, Mariusi Olsen, Peter Carlsen og Zven Balslev. Framsýningin er opin til 19. januar. Hoyr Kinnu Poulsen greiða frá

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. mai
Veðrið
175555
Mikudag 22. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175403