Starvsfólkini í Kollafirði lagt arbeiðið niður

12.05.2021 - 13:24
InnlendisSamfelag
Starvsfólkini í Kollafirði lagt arbeiðið niður
Hetta er at meta sum óheimilað stríðsstig, sigur Anita Fuglø, samráðingarleiðari hjá Kommunala arbeiðsgevarafelagnum
Eingin barnaansing er í Kollafirði í dag, tí starvsfólkini á dagstovninum Kura eru ikki til arbeiðis
Mynd: Savnsmynd  

Øll starvsfólkini á dagstovninum Kura í Kollafirði hava fyribils lagt arbeiði niður.

Starvsfólkini siga í brævi til foreldrini, at tey hava valt ikki at møta til arbeiðis í dag fyri at vísa á truplu pedagogisku støðuna á dagstovnaøkinum í løtuni, og fyri at vísa Miðstovninum í Havn stuðul.

Dagstovnaleiðarin í Kollafirði, Connie Lassen, hevur onga viðmerking til støðuna. Og tað barst eisini Jóan Peturi Hentze, trivnaðarstjóra í Tórshavnar kommunu, frá at gera samrøðu fyrrapartin.

Kommunala arbeiðsgevarafelagið, KAF, er samráðingarpartur vegna Tórshavnar kommunu, og samráðingarleiðarin hjá KAF, Anita Fuglø, sigur, at tað at starvsfólkini á dagstovninum í Kollafirði eru farin til hús, er at meta sum óheimilað stríðsstig, meðan sáttmálin framvegis er í gildi.

Hoyr samrøðu við Anitu Fuglø í útvarpstíðindunum.
 

Anita Fuglø er samráðingarleiðari hjá Kommunala arbeiðsgevarafelagnum, sum er komið upp í málið, tí KAF er sáttmálapartur hjá kommununum.
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. januar
RagnarRokk 29.januar 2026
201526
Hósdag 29. januar
RagnarRokk: Joel Ekelöf um Reliance
201525
Hósdag 29. januar
Nýtt ljóð
203443
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. januar
Anna Maria 1807
203450
Hósdag 29. januar
Veðrið
203446
Mikudag 28. januar
Hetta er Emma
203377
Mikudag 28. januar
Hetta er Jóhanna
203378
Mikudag 28. januar
Hetta er Sophilia
203379