Verður viðgjørt sum starvsfólkamál í kommununi

14.05.2021 - 18:00
InnlendisSamfelag
Verður viðgjørt sum starvsfólkamál í kommununi
Málið um arbeiðssteðgin á dagstovninum í Kollafirði verður ikki lagt fyri Fasta gerðarrættin
Í dag vóru starvsfólk aftur til arbeiðis á dagstovninum í Kollfirði. Arbeiðssteðgurin mikudagin verður viðgjørdur sum eitt innanhýsis starvsfólkamál
Mynd: Tórshavnar kommuna  

Enn er ikki greitt, hvørjar avleiðingar tað fær fyri starvsfólkini á dagstovninum Kuru í Kollafirði, at tey ikki møttu til arbeiðis mikudagin.

Málið verður ikki lagt fyri Fasta gerðatrættin, men verður viðgjørt sum eitt starvsfólkamál í Tórshavnar kommunu, sigur Anita Fuglø, leiðari í Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum.

Tað, sum starvsfólkini gjørdu mikudagin, var eitt óheimilað stríðsstig, søgdu bæði Tórshavnar kommuna, Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Føroya Pedagogfelag.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum.
 

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. mai
Jambalaja - 040524
174623
Leygardag 4. mai
Vikan 4.mai 2024
174614
Leygardag 4. mai
Morgunlestur leygardagur 4. mai 2024
174294
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444