Missa løn fyri ein arbeiðsdag

19.05.2021 - 14:45
InnlendisSamfelag
Missa løn fyri ein arbeiðsdag
Óheimilaða stríðsstigið hjá starvsfókunum í dagstovninum Kura í Kollafirði hevur fingið avleiðingar
At starvsfólkini í dagstovninum Kura ikki vóru til arbeiðis ein dag í síðstu viku, hevur ta avleiðing, at starvsfólkini miss løn fyri ein dag
Mynd: Tórshavnar kommuna  

Tíðin var búgvin at royna nakað, ið ongantíð er roynt fyrr.

Tað sigur Emly Djurhuus, umboð hjá starvsfólkunum í dagstovninum Kura í Kollafirði, eftir at dagstovnurin var stongdur mikudagin í farnu viku, tí øll starvsfólkini vóru sjúkrameldað.

Tórshavnar kommuna, Kommunala arbeiðsgevarafelagið og Pedagogfelagið søgdu, at hetta var eitt óheimilað stríðsstig, og mánadagin vóru starvsfólkini á dagstovninum á fundi við Tórshavnar kommunu.

Har fingu tey at vita, at  avleiðingin av tiltakinum verður, at starvsfólkini missa løn fyri tann dagin, tey ikki vóru til arbeiðis.

Hoyr ljóðbrot við Emly Djurhuus.

 
Er kopiera

Tak niður

Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. mai
Jambalaja - 040524
174623
Leygardag 4. mai
Vikan 4.mai 2024
174614
Leygardag 4. mai
Morgunlestur leygardagur 4. mai 2024
174294
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444