Flestu skipini hava fiskað sína svartkjaftakvotu

Flestu skipini hava fiskað sína svartkjaftakvotu
Arctic Voyager, sum byrjaði fiskiskap seinni enn hini, er enn á svartkjaftaveiðu
Skiparin á Arctic Voyager væntar at gera tveir ella tríggjar svartkjaftatúrar aftrat.
 
15.05.2023 - 17:00

Svartkjaftafiskiskapurin hevur verið góður frá hálvum apríl og úteftir. So mikið góður, at tey flestu skipini hava fiskað sína kvotu. Bert Artic Voyager, sum kom seinni í gongd enn hini skipini, er framvegis á svartkjaftaveiðu.

Mikkjal Hammer, skipari, upplýsir, at fiskiskapurin er eitt sindur minni nú, enn hann hevur verið. Teir eru úti løtuni og vænta at hava fiskað kvotuna eftir tveir ella tríggjar túrar afturat.

Skipið hevur landað ein túr í Skagen, tí tað vóru so nógv skip, sum landaðu, at Havsbrún ikki fekk tikið ímóti øllum. Hinar túrarnar hevur Arctic Voyager landað til Havsbrún.

Føroyska svartkjaftakvotan í ár er stív 483 túsund tons, sum svarar til 38,6 prosent av strandalandakvotuni upp á góða eina millión og 251 túsund tons, ið strandalondini samdust um á árliga fundinum um svartkjaft 14. oktober í fjør.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 16. mai
Sært tú fuglin? (1:3)
175150
Týsdag 14. mai
Veðrið
175069
Týsdag 14. mai
Breddin: Orðaskifti um verkfall
175057
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958