Uttanlandsnevndin klár við Russlands-álitinum í næstu viku

Uttanlandsnevndin klár við Russlands-álitinum í næstu viku
Álitið um tiltøkini móti Russlandi frá Uttanlandsnevndini verður væntandi liðugt í næstu viku. Tað sigur Bjarni Hammer, formaður í Uttanlandsnevndini
Bjarni Hammer er formaður í løgtingsins uttanlandsnevnd
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
05.06.2023 - 15:52

Fyrrapartin hevði Uttanlandsnevndin í løgtinginum hoyringarnar um álitið, sum ætlanin er at leggja fyri løgtingið í næstu viku. 

Bjarni Hammer er formaður í Uttanlandsnevndini, sigur, at fyrst í komandi viku fáa fleiri fundarboð. 

Tey, sum høvdu fingið fundarboð, vóru Føroya Reiðarafelag og Verksmiðjutrolarar, Faroe Agency, Mest, Pelagos og Kommunufelagið, eins og landsstýrismaðurin í Uttanríkis- og Vinnumálum og landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum.

Bjarni_Hammer_05062023

Ætlaðu tiltøkini kunnu ávirka summi av teimum, sum hava verið á fundi við nevndina í dag.

Eitt nú segði Jóhan Páll Joensen, stjóri í Pelagos, fyrr í dag, at eitthvørt tiltak móti Russlandi kann hava nógv at siga fyri útflutningin hjá Pelagos til Russlands.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 15. mai
Morgunlestur mikudagur 15. mai 2024
174855
Mikudag 15. mai
LEITISSTEIN 14.05.2024
175079
Týsdag 14. mai
Breddin: Verkfall og haturstala
175044
Týsdag 14. mai
Góðan morgun Føroyar
175040
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. mai
Veðrið
175069
Týsdag 14. mai
Breddin: Orðaskifti um verkfall
175057
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958
Sunnudag 12. mai
Estetiskur fimleikur: FM 2024
174949