Jens Stoltenberg heldur fram sum Nato-aðalskrivari

Jens Stoltenberg heldur fram sum Nato-aðalskrivari
Í fyrstu syftu hava limalondini í Nato gjørt av, at Stoltenberg heldur fram í starvinum til 1. oktober næsta ár
Jens Stoltenberg heldur fram í starvinum sum Nato-aðalskrivari til 1. oktober 2024.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
04.07.2023 - 11:23

Jens Stoltenberg heldur fram so Nato-aðalskrivari. 

Tað hevur Stoltenberg sjálvur boðað frá, eftir ein fund við limalondini. 

Í fyrstu syftu er gjørt av, at hann verður aðalskrivari til 1. oktober í 2024. 

- Tað er mær ein heiður, at limalondini hava heitt á meg at halda fram sum aðalskrivari, skrivar Stoltenberg á Twitter. 

 

Størri týdning enn nakrantið

- Samstarvið millum Evropa og Norðuramerika hevur tryggjað frælsi og trygd í næstan 75 ár, og í serstøku støðuni, sum heimurin er í í løtuni, er hevur samstarvið størri týdning enn nakrantíð, sigur hann. 

Tað var annars ætlanin, at Jens Stoltenberg skuldi gevast, eftir at hava sitið níggju ár í sessinum sum Nato-aðalskrivari.

Seinastu vikurnar hevur leingið verið gitt um, hvør skuldi taka við starvinum, m.a. danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen.

Tað eru tey 31 limalondini í Nato, sum velja aðalskrivaran. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 27. apríl
Ein deutsches Requiem
174269
Leygardag 27. apríl
Tá Grønland bjargaði Føroyum (3:6)
174268
Leygardag 27. apríl
Jambalaja - 270424
174253
Leygardag 27. apríl
Upp á tá - 260424
174252
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098