Fráfaringaravtala er gjørd við manningina á Teistanum

Fráfaringaravtala er gjørd við manningina á Teistanum
Manningin fer úr starvi 15.desember, men letur tunnilin upp fyri ella eftir hendan dagin, er eisini lagt upp fyri tí, og verður Teistin mannaður fram til at tunnilin letur upp
Mynd: Savnsmynd  
 
07.08.2023 - 12:56

Fráfaringaravtala er gjørd við manningina á Teistanum, nú Sandoyartunnilin skjótt letur upp.

Tað váttar Niels Juel Arge, stjóri í Strandferðsluni.

Manningin fer úr starvi 15.desember, men letur tunnilin upp fyri ella eftir hendan dagin, er eisini lagt upp fyri tí, og verður Teistin mannaður fram til at tunnilin letur upp.

Niels Juel Arge sigur, at høvuðsatlitið hjá Strandafaraskipum landsins er, at Teistin megnar at nøkta flutningstørvin sjóvegis um Skopunarfjør til tunnilin letur upp.

Um dagfestingina, sigur stjórin á Strandferðsluni, at einasti almenni upplatingardagurin, sum hevur verið frammi, er miðskeiðis í desember, og tí er 15. desembur brúktur, sum dagfesting.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444
Týsdag 30. apríl
Mett fyri minni (1:3) - teknmálstulkað
174432
Týsdag 30. apríl
70 metra dýpi - teknmálstulkað
174431
Týsdag 30. apríl
Veðrið
174418