Barbie setir met

Barbie setir met
Hóast tað bara eru 18 dagar síðan filmurin hevði frumframførslu í biografunum, hevur Barbie yvirhálað øll hyggjaratøl
 
08.08.2023 - 08:10

Met nógv fólk hava leitað sær í biografarnar kring knøttin at síggja filmin Barbie. 

Barbie er mest sæddi filmur í 2023. 

Hóast tað bara eru 18 dagar síðan filmurin hevði frumframførslu í biografunum, hevur Barbie yvirhálað øll hyggjaratøl. 

Tað boðar filmsfelagið, Warnes Bros frá í tíðindaskrivi, sambært DR. 

Bara farna vikuskiftið, vórðu atgongumerkir seld fyri yvir eina milliard dollarar. 

Sambært DR, eru tað fáir filmar, ið hava megnað at selt so væl, men nakrir teirra, ið eisini hava havt líka góða móttøku, eru Avatar, Lord of the Rings og Titanic. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. mai
Jambalaja - 180524
175292
Leygardag 18. mai
Upp á tá - 170524
175288
Leygardag 18. mai
Vikan 18. mai 2024
175285
Leygardag 18. mai
Morgunlestur leygardagur 18. mai 2024
174858
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 18. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175283
Fríggjadag 17. mai
Veðrið
175269
Fríggjadag 17. mai
Flaggsigling 2019 (2:2) - teknmálstulkað
175216