Sverri skal aftur til OL

Sverri skal aftur til OL
Fyri løtu síðan róði Sverri Sandberg Nielsen hálvfinalu í HM, har hann tryggjaði sær pláss í sjálvari HM finaluni og OL luttøku
Næsta summar er OL í París, og tá skal Sverri Sandberg Nielsen úr Miðvági aftur kappast í einkultskullara.
Mynd: Savnsmynd  
 
08.09.2023 - 09:31

Sverri Sandberg Nielsen skal aftur royna seg í einkultskullara á olympisku leikunum. Tað er greitt, eftir at Sverri róði ein flottan róður í hálvfinaluni í HM í Serbia í morgun.

Tað er eisini greitt, at sunnudagin skal rógvarin úr Miðvági rógva HM finalu í sínum einkultskullara.

 

Topp trý til OL

Tað var greitt frammanundan hálvfinalunum, at tríggir teir fremstu fara í A-finaluna og kvalifisera seg til OL 2024, meðan hinir fara í B-finaluna. 

Í hálvfinaluni hjá Sverra, stóð kappingin millum Holland, Ný Sæland og Sverra Sandberg Nielsen. 

Ný sælendarin legði væl fyri og var fremstur stóran part av hálvfinaluróðrinum. Sverri lá á øðrum plássi, meðan hollendarin var á triðja plássi.

Eitt skifti var Sverri á triðja plássi, men OL plássið var ongantíð í vanda. 

Og tá ið teir tríggir skullararnir fóru um málstrikuna, var hollendarin fremstur, Sverri nummar tvey og ný sælendarin nummar trý. 

Týskarin Oliver Zeidler róði í hinari hálvfinaluni, sum hann vann og hevur sostatt eisini tryggjað sær OL luttøku. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 16. mai
Góðan morgun Føroyar
175168
Hósdag 16. mai
Morgunlestur hósdagur 16. mai 2024
174856
Mikudag 15. mai
Morgunlestur mikudagur 15. mai 2024
174855
Mikudag 15. mai
LEITISSTEIN 14.05.2024
175079
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 16. mai
Sært tú fuglin? (1:3)
175150
Týsdag 14. mai
Veðrið
175069
Týsdag 14. mai
Breddin: Orðaskifti um verkfall
175057
Sunnudag 12. mai
Norðurmakedónia - Føroyar (34-26)
174958