Svínoyingar: Styttri farleið ella undirsjóvartunnil

Svínoyingar: Styttri farleið ella undirsjóvartunnil
Dennis Holm, landsstýrismaður, ætlar at geva svínoyingum eina nýggja Ritu. Men svínoyingar eru ikki nøgdir, teir vilja hava styttri farleið ella undirsjóvartunnil
28.09.2023 - 19:19

Strandfaraskipini skulu endurnýggjast, og á Svínoyar- og Fugloyarleiðini er ætlanin at byggja eina nýggja ferju fyri 52 ára gomlu Rituna.

Men svínoyingar, sum vit hava tosa við í dag, vilja hava munandi betri samband enn bara eitt nýtt strandfaraskip.

Tey vilja hava styttri farleið ella undirsjóvartunnil.

Dennis Holm, landsstýrismaður í samferðslumálum, skuldi vera í Svínoy í dag og kunna fólk um nýggju ætlanirnar á farleiðini, men fundurin er avlýstur - fyri aðru ferð.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 27. apríl
Jambalaja - 270424
174253
Leygardag 27. apríl
Upp á tá - 260424
174252
Leygardag 27. apríl
Vikan 27.apríl 2024
174245
Leygardag 27. apríl
Morgunlestur leygardagur 27. apríl 2024
173999
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098