Renturnar eru vaksnar 130 milliónir seinasta árið

Renturnar eru vaksnar 130 milliónir seinasta árið
Í august var rentan 4,06 prosent
Rentustuåulin er í mesta lagi 35.000 kr. um árið.
 
25.10.2023 - 08:18

Miðalrentan á bústaðarlánum hækkaði 1,39 prosentstig frá august 2022 til august í ár, skrivar Landsbankin.

Hon var 4,06 prosent í august í ár.

Í krónum vuksu renturnar góðar 130 milliónir frá september 2022 til august í ár.

Hetta eru 45 prosent vøkstur sammett við árið fyri.

Rentustuðulin er í mesta lagi 35.000 kr. um árið.

Tá rentan er fýra prosent, raka fólk loftið, tey fara upp um 100.000 kr. í rentum um árið.

Tá er sethúsalánið størri enn 2,5 mió. kr., skrivar Landsbankin.

 

Yvirskipað er skuldarlutfallið hjá húsarhaldunum framvegis lítið, sigur Landsbankin. (Mynd: Landsbankin)

 

Skylda tríggjar ferðir inntøkuna

Fleiri húsarhald skylda nú meira enn tríggjar ferðir inntøkuna.

Fyribils hagtøl vísa, at húsarhald, sum skylda meira enn tvær milliónir krónur og samstundis skylda meira enn tríggjar ferðir inntøkuna, vóru 4,1 prosent í fjør.

Tey vóru 3,7 prosent í 2021.

Men tey, sum skylda meira enn fimm ferðir inntøkuna, vóru færri í fjør enn í 2021, upplýsir Landsbankin.

Yvirskipað er skuldarlutfallið hjá húsarhaldunum framvegis lítið. 

Vanliga verður viðmælt, at húsarhald ikki skylda meira enn hálva fjórðu ferð inntøkuna. 

Framvegis eru ikki ábendingar um, at húski við stórum skuldarlutfalli eru ein váði fyri fíggjarliga støðufestið í Føroyum, tí tey eru so fá.

Tó kann tað vera av stórum týdningi fyri einstaka húsarhaldið, um mánaðarligu útreiðslurnar við mongu rentuhækkingunum gerast ov stórar, sigur Landsbankin. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. mai
Jambalaja - 040524
174623
Leygardag 4. mai
Vikan 4.mai 2024
174614
Leygardag 4. mai
Morgunlestur leygardagur 4. mai 2024
174294
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444