Nýggja battarískipanin á Sundi orsøk til streymslit

Nýggja battarískipanin á Sundi orsøk til streymslit
"Vit vita ikki, hví battarískipanin á Sundi steðgaði aftur í nátt. Vit eru í samskifti við veitaran fyri at finna trupulleikan," sigur Terji Nielsen, menningarleiðari í SEV
Battarískipanin á Sundi steðgar upp av einari enn ókendari orsøk, og tað er orsøk til streymslitini síðstu vikuna
Mynd: Savnsmynd  
 
20.12.2023 - 12:34

Um hálvgum fýra tíðina í nátt fór streymurin í meginøkinum aftur. Tað hendi eisini síðsta fríggjadag.

Orsøkin til streymslitið er nýggja battarískipanin hjá SEV á Sundi. 

"Nýggja battarískipanin á Sundi steðgaði upp av ókendari orsøk, og tað var orsøkin til, at fólk í meginøkinum mistu streymin um hálvgum fýra tíðina í nátt," sigur Terji Nielsen, menningarleiðari í SEV. 

Battarískipanin er nú sløkt, og SEV er í samskifti við veitaran um trupulleikan. 

"Vit síggja í nátt, at tað er nógvur vindur inni á netinum, men tá ið vindurin brádliga blívur vekk, og battarískipanin skal taka yvir, tá koplar skipanin úr. Tað er júst tað, ið hon ikki skal, tí hon skal tryggja streymveitingina, tá ið vindurin brádliga blívur burtur," greiðir Terji Nielsen frá. 


Mynd: SEV / Farophoto

 

Líknandi skipan í Suðuroy riggar

Skipanin á Sundi varð sett í verk 8. desembur, og hon skal tryggja, at tað kemur so nógv grøn orka inn á netið hjá SEV sum gjørligt. 

Í Suðuroy er skipan av sama slag, og hon riggar frágerða væl. 

"Battarískipanin skal vera við til at tryggja, at vit fáa so nógv grøna og bíliga orku inn á skipanina, og tí er tað eitt øgiliga týdningarmikið stig, ið SEV hevur tikið við at keypa hesa battarískipan,"

Terji Nielsen, menningarleiðari í SEV, staðfestir, at battarískipanin er roynd væl og virðiliga, áðrenn hon bleiv sett í gongd. Men hann ásannar, at tað er óheppið, at stórir partar av landinum liggja í streymloysi fleiri ferðir um vikuna. 

 

Terji_Nielsen_SEV_20122023

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 30. apríl
Mett fyri minni (1:3) - teknmálstulkað
174432
Týsdag 30. apríl
70 metra dýpi - teknmálstulkað
174431
Týsdag 30. apríl
Veðrið
174418
Týsdag 30. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174398
Sunnudag 28. apríl
Andakt við Jóhan Peturi Johannesen
174283