Ferðafólk slapp ikki við flogfari

Ferðafólk slapp ikki við flogfari
Maðurin, sum er útlendingur, var fullur, men gjørdi einki um seg
(Savnsmynd)
 
21.12.2023 - 08:27

Seinnapartin í gjár slapp eitt ferðafólk ikki við flogfari úr Vágum.

Orsøkin var, sambært politiinum, at maðurin, sum er útlendingur, var fullur, men gjørdi tó ikki nakað um seg, hann var róligur.

Politiið bjóðaði sær til koyra mannin hagar, hann kundi fáa bíliga innvist, tí útlit vóru fyri ringum veðri og kulda.

Men tað vildi maðurin ikki. 

Hann segði seg hava heit klæði og ætlaði at bíða uttan fyri farstøðina eftir næsta flogfari.

    

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 30. apríl
Mett fyri minni (1:3) - teknmálstulkað
174432
Týsdag 30. apríl
70 metra dýpi - teknmálstulkað
174431
Týsdag 30. apríl
Veðrið
174418
Týsdag 30. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174398
Sunnudag 28. apríl
Andakt við Jóhan Peturi Johannesen
174283