Hóttan um yvirgang á jólum

Hóttan um yvirgang á jólum
Trygdartænastur í fleiri londum hava fingið upplýsingar um, at ein islamskur yvirgangsbólkur hevur fyrireikað álop í Evropa á jólum
Tilvildarlig mynd
 
24.12.2023 - 10:19

Í Týsklandi eru nógv løgreglufólk í økinum við dómkirkjuna í Køln, sum skal vera eitt av málunum, skrivar týska blaðið Bild. Jólagudstænastur í Wien í Eysturríki og í Madrid í Spania eru eisini mál hjá islamistunum. Sambært Bild, kannaði løgreglufólk við hundum dómkirkjuna í Køln í gjárkvøldið fyri at tryggja, at ongar spreingiløðingar longu eru settar upp inni í kirkjuni.

Ein kirkja í eysturríkskahøvuðsstaðnum Wien skal eisini vera eitt av málunum, og spanska løgreglan er knýtt upp í kanningararbeiðið har. Eysturríkska løgreglan hevur longu framt handtøkur, skriva týskir miðlar. 

Løgreglan í Køln og í Wien hevur hækkað trygdarstigið í sambandi við hóttanina, sum kann hava tilknýti til yvirgangsfelagsskapin IS.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. mai
3-2 (6. mai 2024)
174735
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537