Borgarstjórar í Suðuroy: Smyril klárar ikki at føra alt einsamallur

Borgarstjórar í Suðuroy: Smyril klárar ikki at føra alt einsamallur
Allir sjey borgarstjórarnir í oynni krevja í almennum brævi, at loysn verður funnin á suðuroyarsiglingini í stundini
Borgarstjórarnir í Suðuroy hava ikki álit á, at Smyril klárar at føra allan farmin, akførini og fólkini á suðuroyarleiðini einsamallur. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 
04.01.2024 - 16:50

Okkurt skal gerast nú! 

Tað er boðskapurin frá teimum sjey borgarstjórunum í Suðuroynni, sum í almennum skrivi finnast at avgerðini um ikki at útvega eykaskip til suðuroyarsiglingina, nú Herjólfur er farin aftur til Íslands.

"Vit, borgarstjórarnir í oynni, vilja ikki finna okkum í viðferðini, sum oyggin er fyri í løtuni. Vit krevja, at ein loysn verður funnin á suðuroyarsiglingini í stundini," staðfesta teir sjey borgarstjórarnir, sum halda, at suðuroyingar við hesum eru fyri vanbýti. 

 

Herjólfur, sum hevur verið leigaður til farmasigling á suðuroyarleiðini, er nú farin aftur til Íslands. 

 

Smyril klárar ikki alt

Í skrivinum vísa borgarstjórarnir á, at teir onga tiltrúgv hava til, at Smyril klárar at føra allan farm, akfør og ferðafólk á suðuroyarleiðini einsamallur. 

Borgarstjórarnar vísa á, at suðuroyingar vóru spentir, tá nýggja tingið tók við, tí ikki færri enn 11 suðuroyingar eru í tinginum og tveir í landsstýrinum.

Men uttan at nevna nakran við navni, finnast borgarstjórarnir nú at summum teirra. 

"At ávísir politikarar úr Suðuroynni lata sær lynda og hyggjandi lata tingini fara afturvið, er okkum púra óhoyrt!"

 

Borgarstjórarnir í Suðuroynni finnast hvassliga at Dennisi Holm, landsstýrismanni í samferðslumálum. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Einki vinnulív eftir

Í brævinum ávara borgarstjórarnir um, at verður ikki okkurt gjørt skjótt, er einki vinnulív eftir í oynni, og tey ungu,  ið ofta eru berandi innan mentan og ítrótt, flyta.

"Vit krevja tí, at tit taka í egnan barm og gera nakað fyri staðið, ið hevur borið tykkum inn um tingsins gátt! Minnist til, at tit hava familju, vinir og kenningar her í oynni, ið ikki kenna síni livandi ráð viðhvørt. 
Minnist til, hvar tit arbeiddu fyri tykkara fyrstu løn - tey flestu aloftast í fiskivinnuni í oynni. Ein vinna, ið hevur sera ilt við at fóta sær.
Hugsið um, hvat tit kunnu gera fyri oynna, ið hevur fostrað tykkum," siga teir sjey borgarstjórarnir í Suðuroynni í skrivinum.

Les alt skrivið frá borgarstjórunum her.

Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum klokkan 17.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 27. apríl
Upp á tá - 260424
174252
Leygardag 27. apríl
Vikan 27.apríl 2024
174245
Leygardag 27. apríl
Morgunlestur leygardagur 27. apríl 2024
173999
Fríggjadag 26. apríl
Súlukongurin í Mykinesi
174169
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. apríl
Andakt við Róland í skorini
174236
Hósdag 25. apríl
Closed for Maintenance - á fimta sinni
174178
Týsdag 23. apríl
Veðrið
174126
Týsdag 23. apríl
3-2
174101
Týsdag 23. apríl
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
174098