- Tíðindi, mentan og ítróttur
Við Tórði á túri
Gásin hevur altíð verið stórur partur av bygdarlívinum í Hovi, og undan jólum verða ungarnir dripnir, tí teir skulu verða jóladøgurði. Karin Johansen í Hovi hevur eitt gásapar við seks ungum og sonurin Sámal og dóttirin Kristin eru komin suður, tí nú skulu ungarnir drepast. Kristin skrivaði eina ritgerð um gásina í Hovi, tá hon gekk á Føroyamálsdeildini. Og fyri fyrstu ferð í lívinum sleppur verturin í sendingini at smakka blóðpannikøku úr gásablóði.
Í Heiðunum á markinum millum Trongisvág og Tvøroyri býr Sólrun Luid, og hon ger serliga nógv burtur úr jólatíðini. Hon hevur fleiri hundrað jólamenn av ymsum slag, sum seta sín dám á heimið saman við einglum og øðrum. Sólrun er lærari og hevur í mong ár undirvíst í kreativum lærugreinum í skúlanum í Trongisvági, og tað hevur gjørt sítt til, at hon ger so nógv burtur úr heima við hús.
Janus Mohr í Hoyvík, sum nú er pensiónistur, hevði í mong ár tónleika- og sangsendingar í Útvarpinum. Vit spyrja hann, hvønn jólasálm honum dámar best. Og hann er ikki í iva. Tað er "Jólaklokkan aftur ringir" við lagnum hjá Hans Jacob Højgaard til yrkingina hjá Jakob Jakobsen. Hetta er tann mest heilstoypti jólasálmurin, heldur Janus Mohr.
Í Svínoy var serligur siður at fara eftir jólatorvi. Góð kvøld í desember mánaði fóru børnini í Svínoy í myrkri við lummalykt og leypi á baki í hagan eftir jólatorvi. Svínoyingurin Poul Sivar Olsen, sum býr í Hvannasundi, hevur serliga góð minnir frá hesum túrum. Tey sungu jólasálmar meðan tey gingu, og jólatorvið hjá børnunum varð brúkt til at baka við undan jólum.
Armgarð Arge, sum er kend útvarpskvinna, er ógviliga hugtikin av einglum og hon eigur nógvar hundrað einglar í heiminum í Hanusargøtu í Havn. Tá hon fær gávur frá fólki, er ofta ein eingil í pakkanum. Hon sigur, at einglarnir boða frá nøkrum betri og størri, og teir standa altíð fyri tí góða.