Við Tórði á túri

Við Tórði á túri í Odense
11-11-2019
Føroyingar í Odense eru samdir um, at býurin er væl egnaður fyri føroyingar at búgva í. Tí harmast tey um, at so fáir føroyingar á ferð steðga á her

Odense er triðstørsti býur í Danmark. Kortini er hann bygdasligur og tí trívast føroyingar væl her. Navnið er úr víkingatíðini og serliga er tað ein søguligur høvundur, sum setir dám á býin og hevur gjørt hann heimskendan. Nevniliga H.C. Andersen.

 

Sólvá Malan Olsen er fødd og uppvaksin í Odense. Men bæði foreldrini eru føroysk, úr Leirvík og úr Rituvík. Tí tosar hon flótandi føroyskt. Hon er seera hugtikin av teimum gomlu føroysku træskipunum, ið vitja í Odense, meðan sendingin verður gjørd í juni mánaði. Skipini eru fimm í tali, umframt tveir gamlir deksbátar.

 

Sondy Simonsen er úr Klaksvík og tey búðu á Eiði, áðrenn familjan flutti til Odense. Hon hevur júst givið eina bók út, sum lýsir hvussu hon hevur havt tað sálarliga, eftir at hava verið misnýtt sum barn. Nú er hon frísk og gevur øðrum góð ráð í bókini.

 

Saman við øðrum rokast hjúnini Rudi og Hans Atli Dahl við at gera matin kláran, sum Føroyingafelagið og Bátafelagið Frigg skulu selja á stevnuni í morgin. Tey eru fegin um, at føroyingarnir í Odense standa so væl saman um hesi feløg. Rudi ger mat til tey gomlu í Kerteminde Kommunu og Hans Atli hevur saman við øðrum eina altjóða fyritøku, sum ger ílegukanningar, m.a. fyri danska sáðbankan.

 

Ása Mielsen úr Vági flutti til Odensen at búgva, tí hon hevur tvær døtur og ommubørn í býnumn, og harafturat arbeiðir hon í Noregi, og tá er tað lættari at ferðast ímillum. Hon er kortini ofta í Vági. Nógvu blómurnar og blómandi trøðini sermerkja býin, sigur hon, og fólkið í Odense og á Fjóni sum heild eru sera blíð.

 

87 ára gamla Jonhild Holm úr Klaksvík hevur búð í Odense síðani 1959. Hon sigur, at hon hevur tað gott og hevur einki at klaga um. Men hon eigur ongi børn og hevur onga familju í Odense. Maðurin, sum var av Bornholm, doyði 2007. Tað er bara ein vinkona eftir á lívi og hon býr í Ringe.

 

Rani Ingebrigtsen Leo úr Vestmanna og Vagnur Ákason á Miðgerði úr Hvalba er nýliga komnir til Odense. Rani lærir til rørleggjara og Vagnur lesir til sosialráðgeva. Teir siga báðir, at Odense hevur alt sum ein lestrarbýur eigur at hava.

 

Kaj Joensen, sum arbeiðir við tíðindatænastu á Christiansborg í Keypmannahavn, býr í Odense og ferðast ímillum. Hann sigur, at býurin hevur klárað at selja seg uppá H.C. Andersen, sum m.a. er sera væl umtóktur í Kina. Odense hevur eingi háhús og tað ger at hanb er hugnaligur og væl egnaður fyri føoyrigar.

 

Gunn Djurhuus úr Norðragøtu hevur búð í Odense í 18 ár. Hon kom til býin í at lesa og síðani hevur hon fingið danskan mann og familju. Hon er leiðari á einum barnaheimi fyri børn tøn, sum ikki kunnu búgva heima hjá foreldrunum.

Við Tórði á túri

Í sendingini "Við Tórði á túri", sum verður send í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05, vitjar Tórður Mikkelsen við mikrofonini bygdir og býir kring landið og varpar ljós á gerandisdagin hjá fólki. Forvitnið er drívmegin og evni, ið ikki skapa yvirskriftir í miðlunum, hava mangan stóran týdning fyri fólkið á staðnum. Tað eru nógvar smærri bygdir kring landið, sum sjáldan fáa pláss í miðlunum, men sum avgjørt hava sína søgu. Og hvørt menniskja hevur eina søgu at fortelja. Tað hoyra vit í reportasjunum í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05. Fyri at skapa eina variatión í sendingunum, vitjar Tórður Mikkelsen viðhvørt býlingar og ávísar gøtur. Hann hevur eisini lýst serlig tiltøk, m.o. Bindifestivalin og Sjómannadagin, og onkuntíð er hann á túri í øðrum londum.
Tráan eftir farnari tíð, siðvenjur og hugni eru nøkur ting, vit seta í samband við jólatíðina. Í dag vitja vit kring landið og hesin túrur er merktur av jólafyrireiking
18-12-2023
Alt verður lættari, og tey fáa fleiri tímar um samdøgrið, siga pendlarar, nú Sandoyartunnilin verður tikin í brúk. Men tey fara at sakna hugnaligu prátini umborð á Teistanum
11-12-2023
Fransiskanarsystrarnar í Havn hava verið greiðar yvir, at einferð kom dagurin at tær máttu fara úr Føroyum. Og nú er dagurin nær, tí í juni komandi ár fara tær avstað
04-12-2023
Býlingurin Millum Gilja var slóðbrótandi tá útstykkingin varð gjørd seinnapartin í áttatiárunum. Har eru bæði randarhús og vanlig sethús og nú búgva umleið 600 fólk har
27-11-2023
Hvannhagi er eitt vakurt og sermerkt náttúruøki í norðaru helvt av Suðuroynni. Menn úr Nepal hava nú laðað eina vakra gróttrappu, eina sherpatrappu, niður í Hvannhaga
20-11-2023
Tey, sum ganga við Gongufelagnum í Havn, uppliva allar Føroyar. Í samfull 30 ár hava 40 gongutúrar verið um árið og eingin túrur er avlýstur
13-11-2023
Í Aalborg eru nógvir føroyingar, og í hesum seinna partinum hoyra vit m.a. umboð fyri Føroyingafelagið Álaborg greiða frá virkseminum hjá føroyingum í býnum
06-11-2023
Aalborg er ein nógv broyttur býur, frá at vera ein gráur ídnaðarbýur er hann blivin ein mentanarbýur við nógvum lesandi ungfólkum. Vit hoyra at føroyingar trívast væl í býnum
30-10-2023
10. Heystfagnaðurin hevur júst verið á Eiði og hetta tiltakið er komið fyri at vera, og fólk á Eiði eru glað fyri av skipa fyri bygdasligasta tiltakinum í landinum
23-10-2023
Akrar varð bygd fyri góðum 200 árum síðani. Hon er niðursetubygd frá Sumba. Her hava búð meira enn 60 fólk og nú eru tey 12 sum búgva fast í bygdini
16-10-2023
Uppsalar er ein av teimum fýra elstu býlingunum í Klaksvík og var tann størsti. Hann hevur røtur heilt aftur í víkingatíð
09-10-2023
Gomlu starvsfelagarnir Asfinn Sigvardsen og Jens Dalsgaard settu sær fyri trimum árum síðani fyri at ganga til øll vøtn í Føroyum. Í dag eru vit við teimum til seinasta vatnið
02-10-2023