- Tíðindi, mentan og ítróttur
Við Tórði á túri
89 ára gamli Arngrím Petersen sigur frá sínum fyrsta túri til skips. Túrurin til Íslands við sluppini Fagranes var sera ringur og teir høvdu heilar tríggjar vikur úr Føroyum til Vestmannaoyggjar. Fyrstu túrarnar royndu teir við snøri og tað var sjálvdráttur. Hetta var ein órættvís skipan, heldur Arngrím.
Nú eru fleiri ár síðani borað varð niður á heita vatnið i Líðini. Og hóast myndugleikarnir søgdu, at heita vatnið eigur at verða brúkt og at tað kann hita eini 200 sethús, so er einki hent síðani, sigur Esmar Petersen, ið hevur bygt beint við holið. Enn eru tað bara hann og tveir grannar, sum gagnnýta heita vatnið. Alt hitt rennur burtur, og tað heldur Esmar er stórt spell.
20 ára gamla Silja Hammer Matras hevur stóran útferðarlongsul. Hon hevur fjakkað einsamøll í Evropa og um eitt ár ætlar hon sær at fjakka í Asia og Avstralia. Hon arbeiðir á Kollafjord Pelagic, men arbeiðið er óstøðugt og tí leitar hon sær eftir støðugari arbeiði fyri at savna pengar til ferðina.
88 ára gamla Jóna Johannesen er blind, men hon keðir seg ikki. Hon lurtar eftir Útvarpinum allan dagin. Jóna sigur, at tað vóru ringar tíðir tá hon vaks upp, men tey fóru kortini ongantíð svong til hvíldar um kvøldið.
Bjarni Petersen byggir í hesum døgum nýtt neyst ístaðin fyritað gamla, ið hann fyri kortum hevur keypt. Men hann heldur tað vera løgið, at tað gongur so torført at sleppa at byggja neyst í longstu bygd í Føroyum. Tórshavnar Kommuna vísir ikki vælvild móti kollfirðingurm, sigur Bjarni.
Síðani Terji Davidsen gavst við egnari tannlæknastovu í Líðini, hevur hann verið heilar 20 ferðir í Grønlandi og starvast sum avloysari. Hann sigur, at Grønland hevur eina serliga spennandi og stórbara náttúru og honum dámar væl fólkið. Konan Elsa Davidsen hevur fleiri ferðir verið í Grønlandi og vitjað Terja. Elsa greiðir frá stóru broytingunum í ferðingarmynstrinum í sínari tíð.