Við Tórði á túri

Við Tórði á túri í Porkeri
02-03-2015
Í dagsins sending vitja vit í Porkeri, sum er í sunnaru helvt av Suðuroynni, ið verður hildin at vera ein gomul bygd

Porkeri, sum er í sunnaru helvt av Suðuroynni, verður hildin at vera ein gomul bygd. Í nógvum uppgangi komu veggir fram, sum verða hildnir at vera frá landnámstíð.

Baldur Egholm Petersen, Fríði Olsen og Rókur Holm, sum eru 10 og 11 ára gamlir, hava stóran áhuga fyri seyði, geitum og øllum øðrum lívi í náttúruni, og teir greiða fegnir frá.

Súsanna Holm er triðja ættarlið, ið rekur handilin í Porkeri. Hon búði í Danmark, men er fegin um at vera komin aftur í heimbygdina.

Niklas Akraberg Poulsen, fyrrverandi politiinspektørur í Føroyum, og konan Anna búgva nú í Porkeri, sum er heimbygdin hjá henni. Niclas hevur nógvan seyð inni hesa ársins tíð.

Seyðurin eigur ikki longur at hava fyrsta rætt millum húsini í Porkeri sjey mánaðir um árið. Tað heldur Magnus Hansen, sum sjálvur hevur nógvan seyð. Hansara kemur tó ongantíð á bøin.

Ungu hjúnini Oddva og Robert Thomsen hava keypt sær eini eldri seyhús í Porkeri. Tey hava ikki trupulleikar at fáa tíðina at ganga.

Mortan Holm er ein fróðarmaður burtur, og hann greiðir frá ymiskum viðurskiftum í Porkeri - bæði søguligum og meira aktuellum.

Við Tórði á túri

Í sendingini "Við Tórði á túri", sum verður send í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05, vitjar Tórður Mikkelsen við mikrofonini bygdir og býir kring landið og varpar ljós á gerandisdagin hjá fólki. Forvitnið er drívmegin og evni, ið ikki skapa yvirskriftir í miðlunum, hava mangan stóran týdning fyri fólkið á staðnum. Tað eru nógvar smærri bygdir kring landið, sum sjáldan fáa pláss í miðlunum, men sum avgjørt hava sína søgu. Og hvørt menniskja hevur eina søgu at fortelja. Tað hoyra vit í reportasjunum í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05. Fyri at skapa eina variatión í sendingunum, vitjar Tórður Mikkelsen viðhvørt býlingar og ávísar gøtur. Hann hevur eisini lýst serlig tiltøk, m.o. Bindifestivalin og Sjómannadagin, og onkuntíð er hann á túri í øðrum londum.
Tráan eftir farnari tíð, siðvenjur og hugni eru nøkur ting, vit seta í samband við jólatíðina. Í dag vitja vit kring landið og hesin túrur er merktur av jólafyrireiking
18-12-2023
Alt verður lættari, og tey fáa fleiri tímar um samdøgrið, siga pendlarar, nú Sandoyartunnilin verður tikin í brúk. Men tey fara at sakna hugnaligu prátini umborð á Teistanum
11-12-2023
Fransiskanarsystrarnar í Havn hava verið greiðar yvir, at einferð kom dagurin at tær máttu fara úr Føroyum. Og nú er dagurin nær, tí í juni komandi ár fara tær avstað
04-12-2023
Býlingurin Millum Gilja var slóðbrótandi tá útstykkingin varð gjørd seinnapartin í áttatiárunum. Har eru bæði randarhús og vanlig sethús og nú búgva umleið 600 fólk har
27-11-2023
Hvannhagi er eitt vakurt og sermerkt náttúruøki í norðaru helvt av Suðuroynni. Menn úr Nepal hava nú laðað eina vakra gróttrappu, eina sherpatrappu, niður í Hvannhaga
20-11-2023
Tey, sum ganga við Gongufelagnum í Havn, uppliva allar Føroyar. Í samfull 30 ár hava 40 gongutúrar verið um árið og eingin túrur er avlýstur
13-11-2023
Í Aalborg eru nógvir føroyingar, og í hesum seinna partinum hoyra vit m.a. umboð fyri Føroyingafelagið Álaborg greiða frá virkseminum hjá føroyingum í býnum
06-11-2023
Aalborg er ein nógv broyttur býur, frá at vera ein gráur ídnaðarbýur er hann blivin ein mentanarbýur við nógvum lesandi ungfólkum. Vit hoyra at føroyingar trívast væl í býnum
30-10-2023
10. Heystfagnaðurin hevur júst verið á Eiði og hetta tiltakið er komið fyri at vera, og fólk á Eiði eru glað fyri av skipa fyri bygdasligasta tiltakinum í landinum
23-10-2023
Akrar varð bygd fyri góðum 200 árum síðani. Hon er niðursetubygd frá Sumba. Her hava búð meira enn 60 fólk og nú eru tey 12 sum búgva fast í bygdini
16-10-2023
Uppsalar er ein av teimum fýra elstu býlingunum í Klaksvík og var tann størsti. Hann hevur røtur heilt aftur í víkingatíð
09-10-2023
Gomlu starvsfelagarnir Asfinn Sigvardsen og Jens Dalsgaard settu sær fyri trimum árum síðani fyri at ganga til øll vøtn í Føroyum. Í dag eru vit við teimum til seinasta vatnið
02-10-2023