Við Tórði á túri

Við Tórði á túri á Tinghúsvegnum
27-04-2015
Tinghúsvegurin er fyrsta útstykkingin uttanfyri tann elsta partin av Havnini, ið er økið úti á Reyni og uttan um Eystaruvág

Jacobina og Páll Magnar Kjærbæk, sum bæði eru úr Sumba, hava keypt eini søgulig hús á Tinghúsvegnum. Fyrstu eigararnir máttu selja húsini, tí tey skuldu fíggja Hvíldarheimið Nainu.

Gunnar Hoydal, sum var býararkitektur í Havn í 25 ár, greiðir frá gamla Tinghúsvegnum. Tað var og er framvegis rættiliga stórur munur á niðara parti og ovara parti av Tinghúsvegnum.

92 ára gamla Petra Arge, einkjan eftir gamla útvarpsstjóran Niels Juel Arge, hevur búð við Tinghúsvegin síðani fjørutiárini. Nú eyguni eru farin at bila, er Petra glað fyri ljóðbøkurnar, og serliga væl dámar henni at lurta eftir teimum føroysku bókunum.

Lorensa Jacobsen, sum er farin um tey níti, hevur framvegis kiosk á Tinghúsvegnum. Kioskin ger, at hon kemur í samband við nógv fólk.

Ann Dahl Hansen, sum er prestur í Havn, hevur frá barnaárum verið nógv á Tinghúsvegnum, har omman og abbin búðu. Nú eiga hon og familjan húsini, og Tinghúsvegurin hevur altíð sagt henni nakað serligt.

Tórshavn Radio er framvegis á Tinghúsvegnum og er partur av tilbúgvingini. Poul Jakki Vitalis, telegrafistur, minnist ymist frá tíðini, tá nærum hvørt húsarhald í landinum hevði lurtitólið standandi á Tórshavn Radio, fyri at hoyra samtalurnar við skipini.

Ein serliga stórur urtagarður er við Tinghúsvegin. Birgit Arge er uppvaksin her og býr her framvegis. Pápi hennara, kendi ursmiðurin Niels L. Arge, keypti urtagarðin frá Richardi Long og bygdi sethús her og gjørdi garðin størri.

Brøðurnir Harald Debes og Hammershaimb (Hammer) Debes búleikast framvegis í barnaheiminum á Tinghúsvegnum, har 12 systkin vuksu upp. Systirin Gulli (Elsa) Fonsdal býr í Jarnstovugøtu beint við síðuna av, og tey eru nógv saman í barnaheiminum, har vit hitta tey.

Við Tórði á túri

Í sendingini "Við Tórði á túri", sum verður send í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05, vitjar Tórður Mikkelsen við mikrofonini bygdir og býir kring landið og varpar ljós á gerandisdagin hjá fólki. Forvitnið er drívmegin og evni, ið ikki skapa yvirskriftir í miðlunum, hava mangan stóran týdning fyri fólkið á staðnum. Tað eru nógvar smærri bygdir kring landið, sum sjáldan fáa pláss í miðlunum, men sum avgjørt hava sína søgu. Og hvørt menniskja hevur eina søgu at fortelja. Tað hoyra vit í reportasjunum í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05. Fyri at skapa eina variatión í sendingunum, vitjar Tórður Mikkelsen viðhvørt býlingar og ávísar gøtur. Hann hevur eisini lýst serlig tiltøk, m.o. Bindifestivalin og Sjómannadagin, og onkuntíð er hann á túri í øðrum londum.
Tráan eftir farnari tíð, siðvenjur og hugni eru nøkur ting, vit seta í samband við jólatíðina. Í dag vitja vit kring landið og hesin túrur er merktur av jólafyrireiking
18-12-2023
Alt verður lættari, og tey fáa fleiri tímar um samdøgrið, siga pendlarar, nú Sandoyartunnilin verður tikin í brúk. Men tey fara at sakna hugnaligu prátini umborð á Teistanum
11-12-2023
Fransiskanarsystrarnar í Havn hava verið greiðar yvir, at einferð kom dagurin at tær máttu fara úr Føroyum. Og nú er dagurin nær, tí í juni komandi ár fara tær avstað
04-12-2023
Býlingurin Millum Gilja var slóðbrótandi tá útstykkingin varð gjørd seinnapartin í áttatiárunum. Har eru bæði randarhús og vanlig sethús og nú búgva umleið 600 fólk har
27-11-2023
Hvannhagi er eitt vakurt og sermerkt náttúruøki í norðaru helvt av Suðuroynni. Menn úr Nepal hava nú laðað eina vakra gróttrappu, eina sherpatrappu, niður í Hvannhaga
20-11-2023
Tey, sum ganga við Gongufelagnum í Havn, uppliva allar Føroyar. Í samfull 30 ár hava 40 gongutúrar verið um árið og eingin túrur er avlýstur
13-11-2023
Í Aalborg eru nógvir føroyingar, og í hesum seinna partinum hoyra vit m.a. umboð fyri Føroyingafelagið Álaborg greiða frá virkseminum hjá føroyingum í býnum
06-11-2023
Aalborg er ein nógv broyttur býur, frá at vera ein gráur ídnaðarbýur er hann blivin ein mentanarbýur við nógvum lesandi ungfólkum. Vit hoyra at føroyingar trívast væl í býnum
30-10-2023
10. Heystfagnaðurin hevur júst verið á Eiði og hetta tiltakið er komið fyri at vera, og fólk á Eiði eru glað fyri av skipa fyri bygdasligasta tiltakinum í landinum
23-10-2023
Akrar varð bygd fyri góðum 200 árum síðani. Hon er niðursetubygd frá Sumba. Her hava búð meira enn 60 fólk og nú eru tey 12 sum búgva fast í bygdini
16-10-2023
Uppsalar er ein av teimum fýra elstu býlingunum í Klaksvík og var tann størsti. Hann hevur røtur heilt aftur í víkingatíð
09-10-2023
Gomlu starvsfelagarnir Asfinn Sigvardsen og Jens Dalsgaard settu sær fyri trimum árum síðani fyri at ganga til øll vøtn í Føroyum. Í dag eru vit við teimum til seinasta vatnið
02-10-2023