- Tíðindi, mentan og ítróttur
Við Tórði á túri
Á hvørjum ári samlar sjómannadagurin í Klaksvík fleiri túsund fólk úr øllum landinum á havnarøkinum á vestursíðuni í Klaksvík, og í ár vóru føroysku træseglskipini og gomlu føroysku bátarnir úr Svínoy millum tey áhugaverdu tiltøkini á sjómannadegnum.
Alt á sjómannadegnum er ókeypis, eisini maturin. Í ár vóru tveir kendir fish & chips-kokkar úr Bretlandi og borðreiddu við fiski, sum Gadus hevur fiskað. Hetta var sera væl umtókt og fólk stóðu í bíðirøð upp í fimm tímar fyri at fáa fish & chips frá Hanusi Hansen reiðara.
Sjálvur sjómannadagurin er leygardag, men í Klaksvík hava tey hesi seinastu árini havt sjómannadagar alla vikuna við við fyrilestrum, kjakfundum og øðrum tiltøkum.
Tórður Mikkelsen var við mirkofonini frá morgunstundini á sjómannadegnum leygardagin 20. august í ár, og úrslitið er at hoyra í sendingini "Við Tórði á túri á sjómannadegi í Klaksvík."