Við Tórði á túri

Við Tórði á túri á Lambareiði
14-11-2016
Lambareiði er ein niðursetubygd við Skálafjørðin frá 1878. Nú eru trý hús og har búgva sjey fólk í bygdini, sum hevur sítt egna postnummar

Sverri Lamhauge hevur bara góð minnir frá barnaárunum á Lambareiði. Saman við teimum eldru systkjunum gekk hann í skúla í Lamba. Tey høvdu ferðalærara, sum var tvær vikur í Lamba og eina viku í Æðuvík. Í dag búgva øll seks systkini á eystara armi av Skálafjørðinum.

Sonja Davidsen sigur, at tá kavi var, sleðaðu tey nógv á Lambareiði. Í dag skilir hon ikki, at tey kláraðu at steðga á bakkanum, tí har er bratt og stutt oman á sjógv.

- Her er sera nógv bilferðsla, men frítt og gott at búgva, sigur Marja Lamhauge, ið hevur búð á Lambareiði í skjótt 40 ár. Úr stovuvindeyganum sær hon Slættaratind, allan Skálafjørðin og suður á streymoyarlandið.

Poul Lamhauge greiðir hugagóður frá virkseminum niðri á Kópaskeri niðanfyri barnaheimið. Abbin og pápin høvdu skip og høvdu eisini saltfiskahús og turkihús á Kópaskeri. Har var ofta nógv lív í.

Á Lambareiði er deildin hjá Landsverki fyri norðurøkið. Leiðari er Árni Jacobsen, sum m.a. sigur frá koyrilíkindum í Útvarpinum. Poul Lamhauge greiðir frá, at tá Landsverk hevði størst virksemi á Lambareiði, arbeiddu eini 35 fólk har og eitt ár fóru úti við 800.000 tons av gróti úr grótbrotinum uppi á Hústoft.

Børge Lamhauge greiðir frá niðursetufólkunum, ið settu búgv á Lambareiði í 1878. Maðurin var úr Søldarfirði og konan av Skála. Nú eru trý hús í bygdini og fýra onnur eru tikin niður. Eingin er sloppin at byggja her síðani Børge og Marja bygdu fyri 40 árum síðani.

Á Lambareiði var eitt frítt og stórt spælipláss, sigur Eiler Lamhauge, sum er yngsta av børnunum hjá Sunnuvu og Pidda í Dalinum. Eiler gróv eitt grundstykki út í gerðinum hjá teimum, men fekk ikki loyvi at binda í landsvegin. Tí bygdi hann ístaðin í Lamba.

Lisa Høj av Strondum og eiðismaðurin Torri Kallsoy hava fyri hálvum øðrum ári síðani keypt hús á Lambareiði, og tað eru tey fegin um. Tey hava vant seg við nógvu ferðsluna og njóta góða útsýnið.

Við Tórði á túri

Í sendingini "Við Tórði á túri", sum verður send í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05, vitjar Tórður Mikkelsen við mikrofonini bygdir og býir kring landið og varpar ljós á gerandisdagin hjá fólki. Forvitnið er drívmegin og evni, ið ikki skapa yvirskriftir í miðlunum, hava mangan stóran týdning fyri fólkið á staðnum. Tað eru nógvar smærri bygdir kring landið, sum sjáldan fáa pláss í miðlunum, men sum avgjørt hava sína søgu. Og hvørt menniskja hevur eina søgu at fortelja. Tað hoyra vit í reportasjunum í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05. Fyri at skapa eina variatión í sendingunum, vitjar Tórður Mikkelsen viðhvørt býlingar og ávísar gøtur. Hann hevur eisini lýst serlig tiltøk, m.o. Bindifestivalin og Sjómannadagin, og onkuntíð er hann á túri í øðrum londum.
Tráan eftir farnari tíð, siðvenjur og hugni eru nøkur ting, vit seta í samband við jólatíðina. Í dag vitja vit kring landið og hesin túrur er merktur av jólafyrireiking
18-12-2023
Alt verður lættari, og tey fáa fleiri tímar um samdøgrið, siga pendlarar, nú Sandoyartunnilin verður tikin í brúk. Men tey fara at sakna hugnaligu prátini umborð á Teistanum
11-12-2023
Fransiskanarsystrarnar í Havn hava verið greiðar yvir, at einferð kom dagurin at tær máttu fara úr Føroyum. Og nú er dagurin nær, tí í juni komandi ár fara tær avstað
04-12-2023
Býlingurin Millum Gilja var slóðbrótandi tá útstykkingin varð gjørd seinnapartin í áttatiárunum. Har eru bæði randarhús og vanlig sethús og nú búgva umleið 600 fólk har
27-11-2023
Hvannhagi er eitt vakurt og sermerkt náttúruøki í norðaru helvt av Suðuroynni. Menn úr Nepal hava nú laðað eina vakra gróttrappu, eina sherpatrappu, niður í Hvannhaga
20-11-2023
Tey, sum ganga við Gongufelagnum í Havn, uppliva allar Føroyar. Í samfull 30 ár hava 40 gongutúrar verið um árið og eingin túrur er avlýstur
13-11-2023
Í Aalborg eru nógvir føroyingar, og í hesum seinna partinum hoyra vit m.a. umboð fyri Føroyingafelagið Álaborg greiða frá virkseminum hjá føroyingum í býnum
06-11-2023
Aalborg er ein nógv broyttur býur, frá at vera ein gráur ídnaðarbýur er hann blivin ein mentanarbýur við nógvum lesandi ungfólkum. Vit hoyra at føroyingar trívast væl í býnum
30-10-2023
10. Heystfagnaðurin hevur júst verið á Eiði og hetta tiltakið er komið fyri at vera, og fólk á Eiði eru glað fyri av skipa fyri bygdasligasta tiltakinum í landinum
23-10-2023
Akrar varð bygd fyri góðum 200 árum síðani. Hon er niðursetubygd frá Sumba. Her hava búð meira enn 60 fólk og nú eru tey 12 sum búgva fast í bygdini
16-10-2023
Uppsalar er ein av teimum fýra elstu býlingunum í Klaksvík og var tann størsti. Hann hevur røtur heilt aftur í víkingatíð
09-10-2023
Gomlu starvsfelagarnir Asfinn Sigvardsen og Jens Dalsgaard settu sær fyri trimum árum síðani fyri at ganga til øll vøtn í Føroyum. Í dag eru vit við teimum til seinasta vatnið
02-10-2023