Við Tórði á túri

Við Tórði á túri á Hædd í Klaksvík
28-11-2016
Býlingurin á Hædd í Klaksvík hevur sínar serligu søgur. Tey á Hædd fingu eitt kelinavn, ið kom væl við hjá klaksvíkingum undir seinna heimsbardaga

Tað er eingin ivi um, hvørji tey trý elstu húsini uppi á Hædd eru, tí á øllum trimum stendur eitt skelti "á Hædd". Í einum av teimum býr Ove Frederiksen, sum er fróðarmaður og greiðir frá ymiskum viðurskiftum uppi á Hædd. Hann sigur, at hæddamenn vóru tiltiknir hittinorðaðir ella munnfittir.

Sonhard Johannesen er kendur fyri at seta lív í har sum hann er, og tað gjørdi hann eisini í uppvøkstrinum uppi á Hædd. Hann er stoltur av, at hæddamenn verða kallaðir týskarar. Systirin Johild Johannesen hevur heldur einki ímóti hesum eyknevni, sum allir klaksvíkingar kenna. Johild er flutt aftur í barnaheimið uppi á Hædd og henni dámar sera væl í býlinginum.

Berit og Poul Juul Vilhelmsen eru glað fyri at búgva á Hædd. Tey búgva beint við, har gamla skíbreytin hjá klaksvíkingum var og har varð ofta skipað fyri skíkappingum.

Hanna Ovadóttir kemur inn á gólvið hjá foreldrunum á Hædd hvønn dag eftir arbeiðstíð. Hon sigur, at tey ungu fólkini vilja læra at gera blóðpylsu, rullupylsu og kjøtpylsu, og tað hevur hon ongantíð upplivað fyrr.

Kristian Johannesen er sjeyndi beiggin á rað og tí varð hann uppkallaður eftir Christiani 10. kongi. Í Klaksvík verður hann róptur Kristian kongur. Hann er føddur 7.7 í 1937 og er sum sagt sjeyndi beiggin.

Redaktiónin hjá lokala blaðnum Norðlýsinum hevur í mong ár verið í býlinginum uppi á Hædd, í kjallaranum hjá blaðstjóranum Oliver Joensen. Nógv fólk, bæði einstaklingar og bólkar, vitja inn á gólvið. Og Oliver blaðstjóri brúkar stóran part av frítíðini at pussa gamlar lutir hjá familjuni upp.

Við Tórði á túri

Í sendingini "Við Tórði á túri", sum verður send í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05, vitjar Tórður Mikkelsen við mikrofonini bygdir og býir kring landið og varpar ljós á gerandisdagin hjá fólki. Forvitnið er drívmegin og evni, ið ikki skapa yvirskriftir í miðlunum, hava mangan stóran týdning fyri fólkið á staðnum. Tað eru nógvar smærri bygdir kring landið, sum sjáldan fáa pláss í miðlunum, men sum avgjørt hava sína søgu. Og hvørt menniskja hevur eina søgu at fortelja. Tað hoyra vit í reportasjunum í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05. Fyri at skapa eina variatión í sendingunum, vitjar Tórður Mikkelsen viðhvørt býlingar og ávísar gøtur. Hann hevur eisini lýst serlig tiltøk, m.o. Bindifestivalin og Sjómannadagin, og onkuntíð er hann á túri í øðrum londum.
Útróðrarbátar í Klaksvík fáa nógvan fisk, tá tað viðrar at sleppa út. Teir eru á einum máli um, at teir hava ikki niðurfiskað toskastovnin og teir eru ósamdir við frøðingarnar
29-01-2024
Pensjonistar í Kollafirði hugna sær í Tilhaldinum millum Bóla. Men tey halda, at tey kundu verið nógv fleiri. Tilhaldið er 35 ár og tey siga, at tað var fyrsa av sínum slag
22-01-2024
Tráan eftir farnari tíð, siðvenjur og hugni eru nøkur ting, vit seta í samband við jólatíðina. Í dag vitja vit kring landið og hesin túrur er merktur av jólafyrireiking
18-12-2023
Alt verður lættari, og tey fáa fleiri tímar um samdøgrið, siga pendlarar, nú Sandoyartunnilin verður tikin í brúk. Men tey fara at sakna hugnaligu prátini umborð á Teistanum
11-12-2023
Fransiskanarsystrarnar í Havn hava verið greiðar yvir, at einferð kom dagurin at tær máttu fara úr Føroyum. Og nú er dagurin nær, tí í juni komandi ár fara tær avstað
04-12-2023
Býlingurin Millum Gilja var slóðbrótandi tá útstykkingin varð gjørd seinnapartin í áttatiárunum. Har eru bæði randarhús og vanlig sethús og nú búgva umleið 600 fólk har
27-11-2023
Hvannhagi er eitt vakurt og sermerkt náttúruøki í norðaru helvt av Suðuroynni. Menn úr Nepal hava nú laðað eina vakra gróttrappu, eina sherpatrappu, niður í Hvannhaga
20-11-2023
Tey, sum ganga við Gongufelagnum í Havn, uppliva allar Føroyar. Í samfull 30 ár hava 40 gongutúrar verið um árið og eingin túrur er avlýstur
13-11-2023
Í Aalborg eru nógvir føroyingar, og í hesum seinna partinum hoyra vit m.a. umboð fyri Føroyingafelagið Álaborg greiða frá virkseminum hjá føroyingum í býnum
06-11-2023
Aalborg er ein nógv broyttur býur, frá at vera ein gráur ídnaðarbýur er hann blivin ein mentanarbýur við nógvum lesandi ungfólkum. Vit hoyra at føroyingar trívast væl í býnum
30-10-2023
10. Heystfagnaðurin hevur júst verið á Eiði og hetta tiltakið er komið fyri at vera, og fólk á Eiði eru glað fyri av skipa fyri bygdasligasta tiltakinum í landinum
23-10-2023
Akrar varð bygd fyri góðum 200 árum síðani. Hon er niðursetubygd frá Sumba. Her hava búð meira enn 60 fólk og nú eru tey 12 sum búgva fast í bygdini
16-10-2023