- Tíðindi, mentan og ítróttur
Við Tórði á túri
Hanus Højgaard býr Yviri við Strond og hevur trøð í Volgaravík, har Stórigarður byrjar. Hann greiðir frá stóra arbeiðnum hjá langabbanum og hinum traðarmonnunum, sum laðaðu Stóragarð, og saman við Hanusi fara vit fram við Stóragarði og enda úti í Sandagerði. Garðurin uttan um gomlu Havnina var hálvan fjórða kilometur.
Ingeborg Wenningsted Jacobsen greiðir livandi frá, hvussu stóran tokka abbi hennara, Karl á Tórgarði, hevði til Havnina og Stóragarð. Ingeborg heldur, at kommunan avgjørt átti at hildið tað sum eftir er av hesum garði.
Petur í Króki hevur altíð verið hugtikin av Stóragarði, men hann visti ikki, at garðurin uttan um barnaheimið í Torfinsgøtu í veruleikanum er partur av Stóragarði.
Árni av Reyni hevur eisini stóran áhuga fyri Stóragarði. Í sendingini greiðir hann frá, hvat abbin Jens av Reyni skrivaði um henda søguliga garð.