Við Tórði á túri

Við Tórði á túri í Øðravíkarlíð
27-03-2017
Um Øðravíkarlíð er ein bygd ella ein býlingur, er full semja ikki um. Í Líðini, sum suðoyingar vanliga siga, hevur verið og er nógv ymiskt virksemi

Vilhelm Johannesen, fyrrverandi løgingsmaður, greiðir frá hvussu tað sá út áðrenn stóra havnarlagið á vestursíðuni varð gjørt.

Sjónám húsast uttast á vestara havnarlagi. Gamli Klaksvíkar Sjómansskúli og Trygdarmiðstøðin løgdu saman, og á Sjónámi ganga skiparar og sjófartsnæmingar, og dagliga eru fólk á trygdarskeiði. Nú ber ikki til at mynstra, uttan at tú hevur neyðugu trygdarskeiðini. Ragnar Ludvig, Sigrun Poulsen og Pole Mikkelsen greiða frá. Og Óli á Gravarbø gleðir seg til hann verður liðugur sum skipari í summar.

Í Frystihúsinum hjá Anthoniusi, sum tað dagliga verður rópt millum klaksvíkingar, hevur verið mangt ymiskt virksemi. Nú er dóttirin Elsebeth Poulsen stjóri og framvegis kemur pápin Anthonius til arbeiðis hvønn dag. Høvuðsvirksemið í dag er at taka ímóti útróðrarfiski og at taka ímóti frystum flaki frá flakatrolaranum Gadusi og frystum rundum fiski frá línuskipum. Vit hitta eisini Signar Hansen, arbeiðsmann.

Frímund Hansen keypti fyri nøkrum árum síðani Klaksvíkar Roykivirki, sum nú eitur Glyggur. Frímund leggur seg m.a. eftir, at fáa meira burtur úr fiskaavskurði. Enn hevur tað gingið striltið, men hann hevur gott mót.

Í Parlamentinum samlast dagliga eldri menn at spæla sjavs. Karl Isaksen og Páll Josephsen siga, at hendan løtan er ein týdningarmikil partur av degnum.

Karla Matras lærir til plastikksmið á Looknorth og hon er fyrsti føroyingar, sum lærir hetta yrkið í Føroyum. Henni dámar sera væl arbeiðið. Árni Skaale, stjóri á Looknorth, sigur, at málið er at hava tríggjar nýggjar vørur á hvørjum ári. Virkið er longu ov lítið, og ætlanin er at byggja nýtt virki.

Nógv skip eru inni og Meinhard Petersen, havnarmeistari í Klaksvík, hevur úr at gera á havnarskrivstovuni.

Eini sethús eru á sjálvum havnarlagnum á vestursíðuni. Har býr Olga Michaelsdóttir og hon hevur fingið tað sera hugnaligt, bæði úti og inni. Hon sigur, at tað er sera veðurgott at búgva á havnarlagnum.

Við Tórði á túri

Í sendingini "Við Tórði á túri", sum verður send í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05, vitjar Tórður Mikkelsen við mikrofonini bygdir og býir kring landið og varpar ljós á gerandisdagin hjá fólki. Forvitnið er drívmegin og evni, ið ikki skapa yvirskriftir í miðlunum, hava mangan stóran týdning fyri fólkið á staðnum. Tað eru nógvar smærri bygdir kring landið, sum sjáldan fáa pláss í miðlunum, men sum avgjørt hava sína søgu. Og hvørt menniskja hevur eina søgu at fortelja. Tað hoyra vit í reportasjunum í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05. Fyri at skapa eina variatión í sendingunum, vitjar Tórður Mikkelsen viðhvørt býlingar og ávísar gøtur. Hann hevur eisini lýst serlig tiltøk, m.o. Bindifestivalin og Sjómannadagin, og onkuntíð er hann á túri í øðrum londum.
Útróðrarbátar í Klaksvík fáa nógvan fisk, tá tað viðrar at sleppa út. Teir eru á einum máli um, at teir hava ikki niðurfiskað toskastovnin og teir eru ósamdir við frøðingarnar
29-01-2024
Pensjonistar í Kollafirði hugna sær í Tilhaldinum millum Bóla. Men tey halda, at tey kundu verið nógv fleiri. Tilhaldið er 35 ár og tey siga, at tað var fyrsa av sínum slag
22-01-2024
Tráan eftir farnari tíð, siðvenjur og hugni eru nøkur ting, vit seta í samband við jólatíðina. Í dag vitja vit kring landið og hesin túrur er merktur av jólafyrireiking
18-12-2023
Alt verður lættari, og tey fáa fleiri tímar um samdøgrið, siga pendlarar, nú Sandoyartunnilin verður tikin í brúk. Men tey fara at sakna hugnaligu prátini umborð á Teistanum
11-12-2023
Fransiskanarsystrarnar í Havn hava verið greiðar yvir, at einferð kom dagurin at tær máttu fara úr Føroyum. Og nú er dagurin nær, tí í juni komandi ár fara tær avstað
04-12-2023
Býlingurin Millum Gilja var slóðbrótandi tá útstykkingin varð gjørd seinnapartin í áttatiárunum. Har eru bæði randarhús og vanlig sethús og nú búgva umleið 600 fólk har
27-11-2023
Hvannhagi er eitt vakurt og sermerkt náttúruøki í norðaru helvt av Suðuroynni. Menn úr Nepal hava nú laðað eina vakra gróttrappu, eina sherpatrappu, niður í Hvannhaga
20-11-2023
Tey, sum ganga við Gongufelagnum í Havn, uppliva allar Føroyar. Í samfull 30 ár hava 40 gongutúrar verið um árið og eingin túrur er avlýstur
13-11-2023
Í Aalborg eru nógvir føroyingar, og í hesum seinna partinum hoyra vit m.a. umboð fyri Føroyingafelagið Álaborg greiða frá virkseminum hjá føroyingum í býnum
06-11-2023
Aalborg er ein nógv broyttur býur, frá at vera ein gráur ídnaðarbýur er hann blivin ein mentanarbýur við nógvum lesandi ungfólkum. Vit hoyra at føroyingar trívast væl í býnum
30-10-2023
10. Heystfagnaðurin hevur júst verið á Eiði og hetta tiltakið er komið fyri at vera, og fólk á Eiði eru glað fyri av skipa fyri bygdasligasta tiltakinum í landinum
23-10-2023
Akrar varð bygd fyri góðum 200 árum síðani. Hon er niðursetubygd frá Sumba. Her hava búð meira enn 60 fólk og nú eru tey 12 sum búgva fast í bygdini
16-10-2023