Við Tórði á túri

Við Tórði á túri á Oyrarbakka
10-04-2017
Oyrarbakki er millum yngstu bygdirnar í landinum, bara 95 ár gomul, og í næstum kemur søgan um fyrstu niðursetufólkini út

Tað er Sólgerð Andreassen, sum er í ferð við at fáa søguna út í bók. Tey fyrstu settu búgv har í 1924 og niðursetufólkini komu ymsa staðni úr landinum. Í sendingini greiðir Sólgerð eisini frá ymiskum upplivingum í sínum barna- og ungdómsárum á Oyrarbakka.

Pápi hennara, Tummas Anthoniussen, er oyndfirðingur. Hann kom sum ungur til Oyrarbakka at gera okkurt arbeiði sum elektrikari, og her fann hann sær konu og setti búgv. Eina tíð arbeiddi hann í Mjørkadali og ofta koyrdi hann norður við motorsúkklu, og kom um sundið við einum lítlum ferjubáti, sum røkti rutu um sundið.

Nógv fólk koyra dagliga framvið Oyrarbakka og vita lítið ella einki um hesa bygdina. Men eitt stað, ið mong steðga á, er við Magnstøðina við Streymin. Bjørg Niclassen og Hansa Hansen, ið standa innafyri skivuna á støðini, siga, at nógv fólk steðga á at keypa brennievni, og summi koma inn at keypa kaffi, so tey ikki sovna meðan tey koyra.

Hjúnini Rose Sarr Hjaltalin og René Hjaltalin eru millum mongu tilflytararnar á Oyrarbakka. Hon er úr Senegal og hann úr Havn og tey trívast væl á Oyrarbakka. Rose kom til Føroya fyri 10 árum síðani og setti sær fyri at læra seg føroyskt. Tað hevur gingið skjótt. Rose tosar væl føroyskt og hon arbeiðir hjá Samskipum í Hoyvík og kemur nógv saman við fólki. René arbeiðir hjá Landsverki á Lambareiði.

Hjúnini Birna og Hans Pauli Larsen eru millum eldsálirnar í lokala kappróðrarfelagnum, sum hevur heimstað á Oyrarbakka. 5-mannafarið Hvassi hevur mangan vunnið og tey bæði siga, at kappróðrarfelagið hevur stóran týdning fyri bygdirnar Oyri, Oyrarbakka og Norðskála.

Tað hevur drigið út at fingið neyðugu loyvini frá friðingarmyndugleikunum til náttúrulundina við Streymin. Stigtakarin, Edmund Joensen, sigur, at nú er leyst úr botni og fyri fáum døgum síðani varð sáttmálin við tey, ið hava átt jørðina, undirskrivaður. Nú er arbeiðið at gera gøtur byrjað og so verður farið at gróðurseta trø. Edmund sigur, at økið er tilsamans 130.000 fermetrar og 70.000 trø skulu setast niður.

Við Tórði á túri

Í sendingini "Við Tórði á túri", sum verður send í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05, vitjar Tórður Mikkelsen við mikrofonini bygdir og býir kring landið og varpar ljós á gerandisdagin hjá fólki. Forvitnið er drívmegin og evni, ið ikki skapa yvirskriftir í miðlunum, hava mangan stóran týdning fyri fólkið á staðnum. Tað eru nógvar smærri bygdir kring landið, sum sjáldan fáa pláss í miðlunum, men sum avgjørt hava sína søgu. Og hvørt menniskja hevur eina søgu at fortelja. Tað hoyra vit í reportasjunum í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05. Fyri at skapa eina variatión í sendingunum, vitjar Tórður Mikkelsen viðhvørt býlingar og ávísar gøtur. Hann hevur eisini lýst serlig tiltøk, m.o. Bindifestivalin og Sjómannadagin, og onkuntíð er hann á túri í øðrum londum.
Útróðrarbátar í Klaksvík fáa nógvan fisk, tá tað viðrar at sleppa út. Teir eru á einum máli um, at teir hava ikki niðurfiskað toskastovnin og teir eru ósamdir við frøðingarnar
29-01-2024
Pensjonistar í Kollafirði hugna sær í Tilhaldinum millum Bóla. Men tey halda, at tey kundu verið nógv fleiri. Tilhaldið er 35 ár og tey siga, at tað var fyrsa av sínum slag
22-01-2024
Tráan eftir farnari tíð, siðvenjur og hugni eru nøkur ting, vit seta í samband við jólatíðina. Í dag vitja vit kring landið og hesin túrur er merktur av jólafyrireiking
18-12-2023
Alt verður lættari, og tey fáa fleiri tímar um samdøgrið, siga pendlarar, nú Sandoyartunnilin verður tikin í brúk. Men tey fara at sakna hugnaligu prátini umborð á Teistanum
11-12-2023
Fransiskanarsystrarnar í Havn hava verið greiðar yvir, at einferð kom dagurin at tær máttu fara úr Føroyum. Og nú er dagurin nær, tí í juni komandi ár fara tær avstað
04-12-2023
Býlingurin Millum Gilja var slóðbrótandi tá útstykkingin varð gjørd seinnapartin í áttatiárunum. Har eru bæði randarhús og vanlig sethús og nú búgva umleið 600 fólk har
27-11-2023
Hvannhagi er eitt vakurt og sermerkt náttúruøki í norðaru helvt av Suðuroynni. Menn úr Nepal hava nú laðað eina vakra gróttrappu, eina sherpatrappu, niður í Hvannhaga
20-11-2023
Tey, sum ganga við Gongufelagnum í Havn, uppliva allar Føroyar. Í samfull 30 ár hava 40 gongutúrar verið um árið og eingin túrur er avlýstur
13-11-2023
Í Aalborg eru nógvir føroyingar, og í hesum seinna partinum hoyra vit m.a. umboð fyri Føroyingafelagið Álaborg greiða frá virkseminum hjá føroyingum í býnum
06-11-2023
Aalborg er ein nógv broyttur býur, frá at vera ein gráur ídnaðarbýur er hann blivin ein mentanarbýur við nógvum lesandi ungfólkum. Vit hoyra at føroyingar trívast væl í býnum
30-10-2023
10. Heystfagnaðurin hevur júst verið á Eiði og hetta tiltakið er komið fyri at vera, og fólk á Eiði eru glað fyri av skipa fyri bygdasligasta tiltakinum í landinum
23-10-2023
Akrar varð bygd fyri góðum 200 árum síðani. Hon er niðursetubygd frá Sumba. Her hava búð meira enn 60 fólk og nú eru tey 12 sum búgva fast í bygdini
16-10-2023