Við Tórði á túri

Við Tórði og Tóri á túri á Verkstaðnum Vón
29-10-2018
Á Verkstaðnum Vón á Argjum totast tey at gera lutir til stóru jólasøluna, og tveir navnar, Tórur í Puntabyrgi og Tórður Mikkelsen, hitta nógv fólk

Navnarnir Tórur í Puntabyrgi uttan ð og Tórður Mikkelsen við ð hava leingi havt eina avtalu um at gera ein túr saman á Verkstaðnum Vón á Argjum, har Tórur í Puntabyrgi dagliga arbeiðir. Umsíðir gjørdist hesin túrur veruleiki.


Navnarnir báðir vitja við mikrofonini pappírsdeildina, seymistovuna og timburverkstaðin, umframt at vitjað verður í ítrivshølinum niðri undir, har serliga glaslutir verða gjørdir til jólasøluna verða gjørdir í hesum døgum. Nøkur hava eisini sítt dagliga arbeiði í køkinum á Verkstaðnum Vón og har vitja teir báðir sjálvsagt eisini við mikrofonini.


Øll greiða fegin frá sínum arbeiði á verkstaðnum Vón, har tey trívast væl á arbeiðsplássinum.


Jólasølan stendur fyri durum og í hesum døgum er stórur spenningur um at fáa so nógvar lutir til søluna sum yvirhøvur gjørligt.


-Tann sosiali parturin á Verkstaðnum Vón hevur stóran týdning, umframt at tað er umráðandi at tey fáa ein dagligan dag við innihaldi í, sigur Fríðhild Debes, sum er eitt av starvsfólkunum.


Hon sigur, at tað er ymist sum brúkararnir eru fyri. Summi eru fullan dag á verkstaðnum og onnur eru nakrar fáar tímar um vikuna. Og so eru upp aftur onnur, ið bara arbeiða eitt sindur á Verkstaðnum Vón, tí tey eisini hava arbeiði aðra staðni.

 

Í sendingini er samrøða við hesi:
Vagnur Kjærbo, Guðrið Haraldsdóttir Jacobsen, Hildur Staksá, Marin Johannesen, Ella Elttør, Dánial Gram Høgnesen, Birgit Álaberg, Marjun Niklasdóttir, Fríðhild Debes, Jógvan Brøðraberg, Marianna Guttesen, Lennart Magnussen, Hervør Didriksen, Regin Samuelsen, Malan Mortensen, Bárður Nybo, Jórun Niclasen, Aimy Djurhuus, Elinborg Hansen.

Við Tórði á túri

Í sendingini "Við Tórði á túri", sum verður send í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05, vitjar Tórður Mikkelsen við mikrofonini bygdir og býir kring landið og varpar ljós á gerandisdagin hjá fólki. Forvitnið er drívmegin og evni, ið ikki skapa yvirskriftir í miðlunum, hava mangan stóran týdning fyri fólkið á staðnum. Tað eru nógvar smærri bygdir kring landið, sum sjáldan fáa pláss í miðlunum, men sum avgjørt hava sína søgu. Og hvørt menniskja hevur eina søgu at fortelja. Tað hoyra vit í reportasjunum í Útvarpinum mánadag klokkan 17:05. Fyri at skapa eina variatión í sendingunum, vitjar Tórður Mikkelsen viðhvørt býlingar og ávísar gøtur. Hann hevur eisini lýst serlig tiltøk, m.o. Bindifestivalin og Sjómannadagin, og onkuntíð er hann á túri í øðrum londum.
Pensjonistar í Kollafirði hugna sær í Tilhaldinum millum Bóla. Men tey halda, at tey kundu verið nógv fleiri. Tilhaldið er 35 ár og tey siga, at tað var fyrsa av sínum slag
22-01-2024
Tráan eftir farnari tíð, siðvenjur og hugni eru nøkur ting, vit seta í samband við jólatíðina. Í dag vitja vit kring landið og hesin túrur er merktur av jólafyrireiking
18-12-2023
Alt verður lættari, og tey fáa fleiri tímar um samdøgrið, siga pendlarar, nú Sandoyartunnilin verður tikin í brúk. Men tey fara at sakna hugnaligu prátini umborð á Teistanum
11-12-2023
Fransiskanarsystrarnar í Havn hava verið greiðar yvir, at einferð kom dagurin at tær máttu fara úr Føroyum. Og nú er dagurin nær, tí í juni komandi ár fara tær avstað
04-12-2023
Býlingurin Millum Gilja var slóðbrótandi tá útstykkingin varð gjørd seinnapartin í áttatiárunum. Har eru bæði randarhús og vanlig sethús og nú búgva umleið 600 fólk har
27-11-2023
Hvannhagi er eitt vakurt og sermerkt náttúruøki í norðaru helvt av Suðuroynni. Menn úr Nepal hava nú laðað eina vakra gróttrappu, eina sherpatrappu, niður í Hvannhaga
20-11-2023
Tey, sum ganga við Gongufelagnum í Havn, uppliva allar Føroyar. Í samfull 30 ár hava 40 gongutúrar verið um árið og eingin túrur er avlýstur
13-11-2023
Í Aalborg eru nógvir føroyingar, og í hesum seinna partinum hoyra vit m.a. umboð fyri Føroyingafelagið Álaborg greiða frá virkseminum hjá føroyingum í býnum
06-11-2023
Aalborg er ein nógv broyttur býur, frá at vera ein gráur ídnaðarbýur er hann blivin ein mentanarbýur við nógvum lesandi ungfólkum. Vit hoyra at føroyingar trívast væl í býnum
30-10-2023
10. Heystfagnaðurin hevur júst verið á Eiði og hetta tiltakið er komið fyri at vera, og fólk á Eiði eru glað fyri av skipa fyri bygdasligasta tiltakinum í landinum
23-10-2023
Akrar varð bygd fyri góðum 200 árum síðani. Hon er niðursetubygd frá Sumba. Her hava búð meira enn 60 fólk og nú eru tey 12 sum búgva fast í bygdini
16-10-2023
Uppsalar er ein av teimum fýra elstu býlingunum í Klaksvík og var tann størsti. Hann hevur røtur heilt aftur í víkingatíð
09-10-2023