Javni: Støðan á sambýlunum lívshættislig

Javni: Støðan á sambýlunum lívshættislig
Felagið stúrir fyri, at skaði stendst av støðuni, nú pedagogarnir herða verkfallið. Verður einki undantak givið, verður ruðuleiki í morgin

20.02.2012 - 14:59

Støðan hjá teimum, sum búgva á sambýlum, verður lívshættislig, nú Pedagogfelagið tekur øll undantaksloyvi aftur.

Tað sigur felagið Javni, í sambandi við at verkfallið hjá pedagogunum verður hert í morgin.

Felagið vísir á, at av teimum 30 starvsfólkunum á Eirargarði eru sjey tænastumannasett.

- Tað sigur seg sjálvt, at tað ber ikki til at nýta starvsfólkaorku hjá sjey fólkum til 19 sera hjálparkrevjandi fólk,  og serliga ikki yvir longri tíð, sigur Javni.

Trivnaðartænastan hevur upplýst, at roynt verður at býta tænastufólkini runt á ymsu samdøgurstovnarnar. Landsstýriskvinnan í almannamálum verður kunnað um støðuna, og ætlanin er at biðja Pedgogfelagið um undantaksloyvi.

Javni sigur, at verður undantak ikki givið, verður ruðuleiki í morgin, og leiðslan noyðist at senda húsfólk heim, har tað á nakran hátt letur seg gera.

Felagið krevur, at partarnir fáa gongd á samráðingarnar alt fyri eitt.

- Vit stúra fyri, at skaði stendst av støðuni. Tað heldur ikki óhugsandi, at onkur liggur eftirá, annaðhvørt húsfólk ella starvsfólk, sigur Javni í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 9. mai
Jambalaja - 090526
208137
Leygardag 9. mai
Vikugesturin: Órædda unga røddin
208133
Leygardag 9. mai
Upp á tá - 080526
208129
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112
Fríggjadag 8. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208075
Hósdag 7. mai
Sært tú fuglin? III 4:4
207996
Hósdag 7. mai
Veðrið
208040