Fimm skulu rógva um HM-heiðursmerki

Fimm skulu rógva um HM-heiðursmerki
Vár Guriardóttir Hansen er millum tey fimm, sum skulu kappast um heimsmeistaraheitini í innróðri í Onglandi í desember
Mynd: British Rowing  
 
23.11.2026 - 20:46

Fimm føroyskir rógvarar eru tiknir út til heimsmeistarakappingina í inniróðri, sum verður í enska býnum Birmingham í desember.

Vár Guriardóttir Hansen úr Argja Róðrarfelag, Sarita Kristina Hansen úr KÍF-kappróðri, Jóhanna av Steinum úr Havnar Róðrarfelag, Símun Heinesen úr Klaksvíkar Róðrarfelag og Hans Jose Poulsen úr Eiðis Róðrarfelag skulu umboða føroyska landsliðið til kappingina, sum verður hildin saman við bretsku meistarakappingini (BRIC) 5. og 6. desember.

Íkararnir eru úttiknir við støði í úrslitum og einari heildarmeting av menningarmøguleikum, ágrýtni og ídni. Málsetningurin er at røkka góðum úrslitum og stríðast um heiðursmerkini, men fyrst og fremst at hvør einstakur íkari fær sítt besta fram og setur persónligt met, skrivar Róðrarsamband Føroya.

Landsliðsvenjarin Tobias S. Kempf hevur staðið fyri ítróttarligu fyrireikingunum til HM. Hann hevur skipað fyri regluligum felagsvenjingum og fylgt upp við venjingini hjá íkarunum, og fer eisini við landsliðinum til Birmingham, har hann verður við til at stuðla og vegleiða íkarunum undir kappingunum.

Leygardagin 5. desember verður kappast á 2000 og 500 metrum, har heimsmeistaraheitini skulu avgerast. Bretska meistarakappingin verður hildin samstundis, men bert bretskir ríkisborgarar kunnu vinna heiðursmerki í BRIC. Sunnudagin verður vælumtókta Super Sprint Sunday á skránni, har kappast verður á fimm ymiskum sprintteinum.

Umframt landsliðið fara fleiri aðrir føroyskir innirógvarar eisini at luttaka í Birmingham. Teir umboða ymisk føroysk róðrarfeløg og fara somuleiðis at royna seg móti altjóða kappingarneytum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 27. november
TEMAPLÁTAN 40: 'True Blue', Madonna, 1986
217072
Hósdag 26. november
RagnarRokk 26.november 2026
216439
Hósdag 26. november
RagnarRokk: Björn Peterson um The Last Nail
216438
Hósdag 26. november
RagnarRokk: Helle Bohdanova um Monumental
216437
Hósdag 26. november
Aggrasoppar og RIVA, Nústalgia
217051
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. november
PAZ
217069
Hósdag 26. november
Veðrið
217056
Mikudag 25. november
Ræning omaneggja
216929
Mikudag 25. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216960
Týsdag 24. november
Silja millum strokini - teknmálstulkað
216928