Vilja hava mvg-eftirstøður at minka

Vilja hava mvg-eftirstøður at minka
Løgtingsgrannskoðararnir hava nógvar viðmerkingar til landsroknskapin fyri 2010

20.02.2012 - 13:07

Løgtingsgrannskoðararnir staðfesta enn einaferð, at eftirstøðan av meirvirðisgjaldi bara veksur, og teir mæla staðiliga landsstýrismanninum í fíggjarmálum til at broyta lógina, so eftirstøðurnar minka.

Løgtingsgrannskoðararnir siga hetta í viðmerkingunum til landsroknskapin fyri 2010, sum teir annars biðja løgtingið um at góðkenna.

Løgtingsgrannskoðararnir undrast eisini á, at ikki ber til at gera skrivligar mannagongdir um, hvussu fiskiloyvi skulu umsitast, og teir ætla at kanna hetta gjøllari.

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur boðað frá, at Fiskimálaráðið kannar ikki, um eigara-  og avgerðarviðurskiftini eru í samsvari við ásetingarnar í lógini um vinnuligan fiskiskap, tí málini eru so ymisk.

Løgtingsgrannskoðararnir átala og halda tað als ikki vera í lagi, at roknskaparreglugerðir ikki verða dagførdar.

Bara fáir stovnar hava gjørt váðameting, og reglurnar um kunningartrygd eru tí ikki hildnar.

Og hóast meira enn 15 ár eru liðin, síðani kravið um at skráseta almennar ognir kom í gildi, hava bara fáir stovnar dagført ognaryvirlit.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541

Annað frá KVF