Koltursætlanin dýrkað 50 mió

Koltursætlanin dýrkað 50 mió
Landskassan partur hækkar úr 9 milliónum krónum upp í 18. Tað er greitt, eftir at tilboðini til byggingina eru komin inn. Stjórin á Tjóðsavninum er tó bjartskygdur
19.11.2026 - 19:24

- Tá vit bjóða arbeiðið út, so hava vit sjálvandi eina meting. Men hon vísti seg slett ikki at halda. Tað var væl dýrari.

So sigur Herleif Hammer, stjóri á Tjóðsavninum um byggiverkætlanina, ið er partur av Koltursætlanini. Koltursætlanin er ein ætlan at gera eitt serligt útisavn í Koltri, sum skal varðveita og miðla mentanararv og náttúruarv. Fyri at gera tað er ein byggiverkætlan gjørd. Men hon fekk eitt bakkast fyrr í ár, tá innkomnu byggitilboðini vóru væl hægri enn Tjóðsavnið og ráðgevarafyritøkan hevði mett.

- Dýrkingin av sjálvari teirri gomlu verkætlanini, og havnarverkætlanini við, og øllum tí, sum hoyrir til, ráðgeving og so víðari, so er tað góðar 50 milliónir. Høvuðsorsøkin er sjálvandi, at Koltur er so avsíðis, og stórur vandi er við at byggja á einum slíkum staði. Hvussu er tað við veðrinum, hvussu er tað at koma til og frá, tað er langt burtur, og so víðari.

Væntar at finna fígging
Ætlanin var longu fíggjað úr nøkrum grunnum og við játtan úr landskassanum. Og Herleif Hammer letur væl at møguleikunum at finna neyðugu fíggingina, nú verkætlanin er dýrkað.

- Vit hava júst fingið landsstýrið at taka undir við, at vit arbeiða víðari við tí, tað er tað fyrsta, sum vit skulu fáa upp á pláss. Nú eru vit í samskifti við teir íleggjararnar, sum vit hava frammanundan. Og tað vísir seg, at teir eru áhugaðir at halda fram, so vit síggja positivt upp á tað.

 

Sí innslag úr Degi og viku.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 23. november
Norðurljóð 23.november 2026
216515
Sunnudag 22. november
Bolero 22. november 2026
216781
Sunnudag 22. november
Guðstænasta út Gøtu kirkju
216780
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 23. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
216867
Mánadag 23. november
Veðrið
216858
Sunnudag 22. november
Jóla- og stuðulskonsert hjá Barnabata 2026
216851
Sunnudag 22. november
Andaktin
216792
Sunnudag 22. november
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
216793