Jørgen Niclasen: Royna at fáa semju

Jørgen Niclasen: Royna at fáa semju
Partarnir í sáttmálatrætuni hittast aftur til samráðingar í Fíggjarmálaráðnum klokkan 16

21.02.2012 - 15:07

- Vit royna at røkka eini semju. Tað hava vit gjørt fyrrapartin, og tað fara vit eisini at gera klokkan fýra.

Tað sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður, sum fyrrapartin boðsendi øllum pørtum í sáttmálatrætuni millum arbeiðsgevarar og pedagogar til samráðingarborðið í Fíggjarmálaráðnum.

Steðgur er nú í samráðingunum, og partarnir kunna baklandið um fundin fyrrapartin. Avtalað er at hittast aftur í Fíggjarmálaráðnum klokkan 16.

Maud Wang Hansen, forkvinna í Pedagogfelagnum, sigur, at fundurin fyrrapartin var konstruktivur, sum hon tekur til, og partarnir umrøddu tey viðurskifti, sum áður hava verið frammi í samráðingunum.

Spurd, um nakað uppskot er lagt fram í samráðingunum, sigur Maud Wang Hansen, at hon hevur onga viðmerking, men at samráðingarnar verða tiknar uppaftur klokkan 16.

Í løtuni eru samráðingarnevndirnar ikki so fjølmentar, sum tær vanliga eru. Á fundinum fyrrapartinum vóru bert tvey umboð fyri hvønn partin.

Mynd: Jørgen Niclasen hitti fyrrapartin umboð fyri Javna og onnur, sum vóru komin í Fíggjarmálaráðið at vísa sína misnøgd við støðuna í sáttmálatrætuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542