Havnin ætlar at læna 50 mió. kr.

Havnin ætlar at læna 50 mió. kr.
BankNordik hevur boðið Tórshavnar kommunu 15 ára lán við fastari rentu fyrstu trý árini

23.02.2012 - 08:42

Tórshavnar kommuna skal læna 50 mió. kr. frá BankNordik til at tryggja gjaldførið hjá kommununi.

Umsitingin hjá býráðnum mælir til at hava eitt minsta gjaldføri, sum svarar til skattainntøkuna fyri ein mánað.

BankNordik hevur boðið kommununi eitt 15 ára lán við fastari rentu trý tey fyrstu árini.

Lántøkan verður viðgjørd á býráðsfundinum í kvøld. Tórshavnar kommunu hevur ikki lænt pengar síðani 2009.

Ætlanin var at umfíggja avdráttirnar hjá kommununi í ár. Talan er um 11,5 mió. kr. og tvey lán, annað frá Føroya Lívstrygging, hitt frá Eftirlønargrunni Havnar arbeiðsmannafelags.

Lánveitararnir eru sinnaðir at lata avdráttarskáa í ár, so lánitíðin verður longd samsvarandi, og árligu lánsgjøldini verða tey somu eftir avdráttarskáan.

Men nú er komið eitt nýtt tilmæli frá umsitingini, tí skattaintøkan í fjør var 20 mió. kr. størri enn mett.

Mælt verður tí til kortini at gjalda tær 11,5 milliónirnar í avdrátti í ár, so skuldin hjá Tórshavnar kommunu verður 214,5 mió. kr., tá árið endar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Mánadag 10. august
RagnarRokk Adrian Tobar um Forever Feared
209150
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558