Hallið hjá kommununum veksur

Hallið hjá kommununum veksur
Búskaparliga afturgongdin í 2008 fekk kommunurnar at repa seglini, men nú verður aftur meiri peningur nýttur til rakstur og íløgur

24.02.2012 - 09:38

Hallið hjá føroysku kommununum verður 74 mió. kr. í ár. Hetta eru góðar 20 milliónir meira enn í fjør.

Landsbankin viðger eisini kommunurnar í búskaparmetingini, sum kom í gjár.

Sambært fíggjarætlanunum hjá teimum 30 kommununum kostar raksturin góð trý prosent meira í ár enn í fjør, og íløgur verða gjørdar fyri knappliga 12 prosent meira.

Sambært fíggjarætlanunum verður hallið 74 milliónir. Tað var 53 milliónir í fjør og 24 milliónir í 2010. Landsbankin væntar ikki so stóran vøkstur í rakstri og íløgum næsta ár, bara hálvt annað prosent, sum eisini verður vanligi prísvøksturin í 2013.

Landsbankin sigur, at kommunurnar virka konjukturviðgangandi, og tað varð aftur staðfest í seinastu kreppuni.

Tá búskaparliga niðurgongdin byrjaði í 2008, minkaðu flestu kommunurnar íløgurnar, og fleiri harafturat eisini raksturin.

Nú útlit aftur fyri fleiri inntøkum, verða rakstur og íløgur hjá kommununum aftur øktar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mai
Nýtt ljóð
208947
Hósdag 28. mai
Eitt korter við jazzi
208926
Hósdag 28. mai
Morgunlestur hósdagur 28.mai 2026
208232
Mikudag 27. mai
Skratsj 27. maj 2026
208865
Mikudag 27. mai
Eitt korter við klassiskum
208859
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mai
Veðrið
208945
Mikudag 27. mai
Lokkin 1:2
109457