Vilja forða fyri kjarnorkukríggi

Vilja forða fyri kjarnorkukríggi
USA, Russland og Kina skriva eisini, at tey binda seg til at umrøða, hvussu kjarnorkuhóttanir og spjaðing av kjarnorku kunnu minkast
Teir tríggir forsetarnir eru komnir felags fráboðan, sum teir kalla "friðarfráboðan."
Mynd: Iori Sagisawa/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
19.11.2026 - 13:00

Í felags fráboðan eftir trílandafundin í Kina í dag, siga tey trý londini, at londini vilja forða fyri kjarnorkukríggi.

USA, Russland og Kina skriva eisini, at tey binda seg til at umrøða, hvussu kjarnorkuhóttanir og spjaðing av kjarnorku kunnu minkast.

Londini hava sent felags fráboðan, sum tey kalla "friðarfráboðan", og sum er í fýra pørtum:

- ST skal broytast. Sum fastir limir í ST-trygdarráðnum binda londini seg til at broyta ST. Tað er sambært teimum neyðugt, skulu altjóða trygd og friður tryggjast.

- Oljuframleiðslan skal vaksa. Londini binda seg til at vaksa um oljuframleiðsluna, til gagns fyri øll heimsins lond.

- Altjóða revsidómstólurin, ICC, skal ikki misnýta sín rætt.

og 

- Kjarnorkukríggj kann ikki vinnast og eigur á ongum sinni at henda. Londini fara frameftir at umrøða, hvussu kjarnorkuvandin kann minka, eins og hvussu forðast kann fyri, at kjarnorkuvápn verða spjadd.

 

Fór beina leið á flogvøllin

Amerikanski forsetin, Donald Trump, fór beint á flogvøllin, tá trílandafundurin í Shenzhen í Kina, var liðugur.

Fundurin var søguligur, tí talan er um fyrsta fundin millum leiðararnar í USA, Russlandi og Kina.

Eftir at hava tosað um millum annað kjarnorkuvápn, altjóða trygd og samstarv millum stórveldini, helt fundurin fram við afturlatnum hurðum.

 

Felags ábyrgd at tryggja frið og trygd

- Londini hjá okkum trimum hava eina felags ábyrgd at tryggja frið og trygd, segði russiski forsetin, Vladimir Putin, undan fundinum. Og Trump legði afturat, at ein serlig ábyrgd hvílir á teimum trimum stórveldunum.

Verturin, Xi Jinping, legði dent á, hvussu stóran týdning tað hevur, at tey trý londini samstarva um globalar avbjóðingar.

Tass tíðindastovan skrivaði, at fundurin vardi hálvanannan tíma, og at teir tríggir forsetarnir tosaðu ikki við tíðindafólk eftir fundin.

 


Sólvit Nolsø.

 

Mugu koma meira saman

Hetta vísir, hvønn veg, altjóða politikkur flytur seg, og er tekin til Evropa um, at londini í Evropa mugu koma meira saman

Tað heldur Sólvit Nolsøe, stjórnmálafrøðingur, eftir at USA, Russland og Kina hava fundast og hava sent út felags fráboðan:

 

19112026_Solvit

 

 

 

 


 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 21. november
Jambalaja - 211126
216767
Leygardag 21. november
Upp á tá - 201126
216763
Fríggjadag 20. november
Vikuskiftið 20 nov 2026
216752
Fríggjadag 20. november
LEITISSTEIN 20.11.2026 (Linda Andrews)
216750
Fríggjadag 20. november
Breddin: Leigubústaðir og skattafyrimunir
216730
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 20. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216714
Fríggjadag 20. november
Veðrið
216748
Hósdag 19. november
Veðrið
216688
Hósdag 19. november
Silja millum strokini
216631
Mikudag 18. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216592