Whale Wars: Tøkniligir trupulleikar darvaðu kjakið

Whale Wars: Tøkniligir trupulleikar darvaðu kjakið
Kjakið millum Paul Watson og Hera Joensen á heimasíðuni hjá Animal Planet var darvað av tøkniligum trupulleikum. Sí kjakið her.
Heri Joensen, forsangari í Týr, royndi í beinleiðis kjaki á Animal Planet sum frægast at bera argumentini fyri grindadrápi; men hann hoyrdist í støðum illa.

06.05.2012 - 11:41

Í ein hálvan tíma royndi hann sum frægast; men hyggjarin hevði ofta trupulleikar at hoyra, hvat Heri Joensen, sangari í Týr, segði í beinleiðis kjakinum við Paul Watson á heimasíðuni hjá Animal Planet leygarmorgunin.

Nakrir minuttir gingu, áðrenn Heri Joensen, sum sat í Føroyum, hoyrdist so frætt, at hyggjarin kundi skilja argumentini hjá føroyinginum, sum dystaðist við Paul Watson, sum sat í USA.

Heri Joensen megnaði tó at bera fram síni sjónarmið, at Paul Watson og Sea Sheperd siga ósatt, tá tey vilja vera við, at grindahvalurin er hóttur; at hvalurin pínist í fleiri minuttir.

Paul Watson hevði gjørt sítt heimaarbeiði. Hann vísti millum annað á skeivleikar í Týr-sanginum, Rainbow Warrior, sum snýr seg um Sea Shepard.

Hann vísti á, at Rainbow Warrior hoyrir til Green Peace - ikki Sea Shepard; og hann vísti aftur, at hann og hini í felagsskapinum vóru óvitandi stórbýarmenniskju; Paul Watson er sjálvur úr eini bygd.

Hyggjarin fekk møguleika at seta teimum báðum spurningar.

Ein spurdi, um Paul Watson og Sea Shepard koma aftur til Føroyar hetta summar; men Paul Watson kom ikki við nøkrum svari.

Alt kjakið kann síggast her:

http://www.youtube.com/watch...

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 7. apríl
Frá Gággu til Krækling (1:4)
206690
Týsdag 7. apríl
Morgunlestur týsdagur 7.apríl 2026
206582
Mánadag 6. apríl
Várkonsert 2026 (1:2)
206039
Mánadag 6. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
206641
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. apríl
Veðrið
206699
Mánadag 6. apríl
Meistarans hond
206650
Mánadag 6. apríl
Andakt
206647
Mánadag 6. apríl
Gudstænasta úr Havnar kirkju
206638
Sunnudag 5. apríl
Andaktin páskadag við Gimma Olsen
206635