- Tíðindi, mentan og ítróttur
Andstøðan: Bann setast fyri at selja fiskiloyvi
Teir tríggir andstøðuflokkarnir hava í dag lagt uppskot fyri tingið, ið setur bann fyri at selja og keypa fiskiloyvi á privata marknaðinum.
Sambært uppskotinum frá Tjóðveldi, Javnaðarflokkinum og Framsókn fella veiðiloyvið og øll fiskirættindi beinan vegin aftur til landið, um fiskifarið skiftir eigara.
Tó skal ber til hjá loyvishavara at skifta eitt fiskifar við eitt annað, ið hevur somu ella minni fiskiorku, men ikki millum bólkar.
Privat søluvøra
Í viðmerkingunum til uppskotið siga teir tríggir flokkarnir millum annað:
Tað stendur øllum greitt, at ein stórur og vaksandi handil fer fram við veiðiloyvum og fiskirættindum í føroyska fiskiskipaflotanum.
Úrslitið er, at brúksloyvi og fiskirættindi, sum upprunaliga eru givin frá landinum til fiskifør, gerast ein privat søluvøra. Tann, ið fer úr vinnuni, fær stóran vinning, meðan tey eftirverandi fiskiførini sita við stórari og vaksandi skuld.
Eldri skip, ið hava eitt lítið og minkandi virði sum veiðitól, verða keypt og seld fyri høgar prísir - og talan er sostatt um, at fiskirættindini undir Føroyum, ið er fólksins ogn, gerast ein spekulasjónsvøra, ið endar á alt færri hondum.
Vindur upp á seg
Nú makrelurin í føroyskum sjógvi er vorðin millum mest virðismikla tilfeingi at sleppa framat, fer handilin við veiðiloyvum umvegis uppkeyp av skipum, og umvegs ymsar kreativar loysnir við at flyta veiðiloyvi og fiskirætindi millum skip, bara at vinda uppá seg.
Verður onki gjørt nú, er ongin ivi um, at rættindini til fiskiríkidømið undir Føroyum og á teimum leiðum, ið Føroyar hava samráðst seg til umbýti av rættindum við onnur lond, er endað á nøkrum heilt fáum og útlendskum hondum.
Harvið er sjálvt ræðið á føroyska tilfeinginum farið frá føroyska samfelagnum, siga Tjóðveldi, Javnaðarflokkurin og Framsókn í viðmerkingunum til uppskotið.
17 undirskriftir
Av tí at freistin fyri at leggja uppskot fram er farin, skulu 17 undirskriftir til fyri at fáa uppskot fyri tingið.
Andstøðuflokkarnir hava bert 14 tingsessir, og sostatt hava tingfólk úr samgonguni eisini skrivað undir.
Í tinginum ljóðar, at uppskotið møguliga kemur til 1. viðgerð longu í dag.