Ógvusligur niðurskurður

Ógvusligur niðurskurður
ICES mælir til, at í mesta lagi 552 tons av toski verða fiskað á Landgrunninum næsta ár. Tað er ein minking upp á heili 91 prosent í mun til tilmælið fyri í ár
Helga Bára Mohr Vang, fiskifrøðingur á Havstovuni. (Mynd: Havstovan)
 
28.11.2026 - 13:39

Tað er altjóða havrannsóknarstovnurin, ICES, sum mælir til ógvusliga niðurskurðin.

- Gýtingarstovnurin er nú so lítil, at hann væntandi fer niðurum lívfrøðiliga vandamarkið næsta ár, sigur Helga Bára Mohr Vang, fiskifrøðingur á Havstovuni.


552 tons

Úr 6.075 tonsum og niður í 552 tons.

So ógvuslig er broytingin í tilmælinum hjá ICES um toskaveiðuna á Landgrunninum.

Høgt veiðitrýst og vánalig tilgongd verða mett at vera høvuðsorsøkirnar til, at toskastovnurin er minkaður.

Samstundis verður mett, at sløk 11.000 tons av toski verða fiskað á Landgrunninum í ár.

Tí kann tað hjá fiskimanninum, sum upplivir góðan fiskiskap í løtuni, vera torført at skilja, at fiskifrøðingarnir meta stovnin vera so illa fyri.

 

 

Stórar avleiðingar

 

Fyri heimaflotan kann tilmælið fáa stórar avleiðingar.

Toskur og hýsa verða ofta fiskað saman, og ICES sigur seg ikki kunna áseta, hvussu nógvir fiskidagar svara til tilmælið, sum er 552 tons av toski.

Men hóast fiskiskapurin eftir toski verður skerdur munandi næsta ár, er tað langt frá vist, at stovnurin kemur fyri seg aftur í 2028.

Sambært ICES eru sannlíkindini bara umleið 50 prosent fyri, at stovnurin kemur uppum lívfrøðiliga vandamarkið.

Og sjálvt um fiskiskapurin eftir toski steðgar heilt næsta ár, eru sannlíkindini bara eitt vet størri - 55 prosent.

So spurningurin er, hvussu nógv kann vinnast við at skerja fiskiskapin, og hvussu stóran týdning hava náttúruviðurskiftini fyri, at toskastovnurin kemur fyri seg aftur.

 

1846789

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 28. november
Upp á tá - 271126
217150
Fríggjadag 27. november
Vikuskiftið 27 nov 2026
217131
Fríggjadag 27. november
LEITISSTEIN 27.11.2026 (Aggrasoppar)
217118
Fríggjadag 27. november
Beinleiðis úr Studio 5 - Fróði Bjarnason
217100
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 28. november
Møti
217148
Leygardag 28. november
PAZ - teknmálstulkað
217142
Fríggjadag 27. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
217141
Fríggjadag 27. november
Veðrið
217129
Fríggjadag 27. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
217111