Betri umstøður at flyta millum Føroyar og Danmark

Betri umstøður at flyta millum Føroyar og Danmark
Nú skulu gerast greiðari mannagongdir, tá familjur við børnum, ið hava serligar avjóðingar, flyta millum Danmark og Føroyar
Annika Olsen, landsstýriskvinna, og Karen Hækkerup, danskur almannamálaráðharri, hittust í Keypmannahavn mánadagin.

06.06.2012 - 16:16

Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum, og danski almannamálaráðharrin, Karen Hækkerup, eru samdar um at styrkja samstarvið á almannaøkinum millum Føroyar og Danmark.

Annika Olsen hitti Karen Hækkerup í Keypmannahavn mánadagin.

Semja er um at víðka fráboðanarskylduna, tá familjur
við børnum við serligum avbjóðingum flyta millum Føroyar og
Danmark, so eisini donsku kommunurnar fáa heimild at senda víðari
málsupplýsingar millum danskar og føroyskar myndugleikar.

Noydd at fara til Danmarkar

- Tað vil altíð verða okkara mál at bjóða øllum okkara børnum og ungum tilboð her
heima, men enn eru vit av og á noydd at leita til Danmarkar
eftir besta tilboðnum. Í teimum førum er tað av avgerandi
týdningi, at bæði føroyskir myndugleikar og familjurnar sjálvar kunnu kenna seg tryggar við at at senda børn og ung á stovn í
Danmark. Tí er styrkta samstarvið týdningarmikið og at fegnast
um, sigur Annika Olsen.

Danski almannamálaráðharrin, Karen Hækkerup, sigur:

- Tað er avgerandi, at vit syrgja
fyri, at børn við sosialum trupulleikum fáa ta hjálp, sum tey
hava brúk fyri, sama um tey búgva í Danmark ella í
Føroyum. Og hjálpin má ikki seinkast, tí flutt verður innan
ríkisfelagsskapin. Tí eri eg fegin um, at landsstýriskvinnan í
almannamálum og eg eru samdar um at styrkja samstarvið á hesum
øki.

Kommunurnar kunnast betur

Annika Olsen og Karen
Hækkerup eru isini samdar um, at kommunurnar skulu kunnast betur um samstarvið
á almannaøkinum í ríkisfelagsskapinum. Fyri at lætta um
málsgongdina og gera viðurskiftini greiðari á hesum øki, verður
tí millum annað sett í verk eitt vegleiðingarátak, so donsku og
føroysku kommunurnar ikki eru í iva um hvat er galdandi, tá
familjur flyta millum londini.

Arbeiðið verður væntandi liðugt í
heyst.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Mikudag 14. oktober
Eitt korter við klassiskum
214756
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214755
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609