- Tíðindi, mentan og ítróttur
4.500 føroyingar hava sukursjúku

Umleið 4.500 føroyingar hava sukursjúku.

Tað metir Kristiana Rein, forkvinna í Diabetesfelagnum, sum um vikuskiftið er vertur fyri norðurlendsku diabetesráðstevnuni "Nordic Diabetes Forum" í Havn. Á ráðstevnuni umrøða norðurlendsku diabetesfeløgini læknalig, sosial og politisk viðurskifti, ið hava við sjúkuna at gera.

Í Føroyum eru umleið 350 fólk, sum hava typu 1-diabetes, og 2.000 fólk hava fingið staðfestt typu 2. Samstundis verður roknað við, at eins nógv hava diabetes, men hava ikki fingið staðfest sjúkuna. Sostatt verður mett, at umleið 4.500 føroyingar hava sukursjúku.

Insulinpumpur vinna frama

Á ráðstevnuni verður m.a. nomið við, hvussu diabetes ávirkar sálarlívið, hvørja ávirkan náttúruumhvørvið kann hava, og hugt verður eisini nærri at, hví insulin og insulin-pumpur tykjast vinna frama í Norðurlondum.

Kristiana Rein sigur, at Nordic Diabetes Forum er eitt kærkomið høvi hjá norðurlendsku diabtesfeløgunum at hittast og umrøða mál av felags áhuga.

- Nógvir føroyingar hava sjúkuna, og tí hevur tað týdning at verða dagførd um ta nýggjastu vitanina og granskingina á økinum, sigur forkvinnan í Diabetesfelagnum.