Keypararnir krevja at vita upphavið hjá matvørunum

Keypararnir krevja at vita upphavið hjá matvørunum
- Tað eru keypararnir sum krevja at fiskavørurnar sum teir keypa, eru góðkendar av MSC, Marine Stewartship Counsil
Mynd: Tilvildarlig savnsmynd  
 
16.06.2012 - 19:20

Tað sigur Kjartan Hoydal, fiskifrøðingur, sum er við í einum bólki av vísindafólkum, sum skulu innstilla skeljaveiðuna sum burðardygga, so MSC skal góðkenna fiskiskapin. Tað er íslendska váttaanarstovan, Tun, sum hevur fingið til uppgávu at fáa skeljafiskiskapin góðkendan.

- Tun hevur biðið fýra fólk um at gera eina frágreiðing, sum skal leggjast fyri MSC til støðutakan, sigur Kjartan Hoydal. Ein forkanning er longu gjørd, og hon er grundarlag undir tí sum nú skal henda. Og Kjartan Hoydal ivast ikki í, at O.C. Joensen fær skeljaveiðuna góðkenda.

Frágreiðingin skal vera liðug í februar, og tað skuldi neyvan verið nakar trupulleiki, tí nógv tilfar er longu gjørt. Um hálvan august koma hini trý fólkini í bólkinum til Føroya at tosa við allar partar, og gera ymsar kanningar, og so verður frágreiðingin skrivað.

- Tað eru keypararnir sum krevja góðkenningina, og tí nyttar einki at renna undan, sigur Kjartan Hoydal.

JFK hevur søkt um at fáa upsafiskiskapin undir Føroyum góðkendan. Tað er Det Norske Veritas sum tekur sær av tí umsóknini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923