Kinesarar fiska makrel fyri grønlendingar

Kinesarar fiska makrel fyri grønlendingar
Tveir trolarar, sum Thor hevur leigað, hava fingið 10.000 tons hvør av makreli við Eysturgrønland
Kai Li, sum Thor hevur leigað, er á veg í grønlendskan sjógv at fiska makrel.

10.08.2012 - 11:49

Eftir at hava roynt í øðrum londum uttan úrslit hevur nú eydnast grønlendingum at fáa skip at fiska makrel fyri seg. Kinesarar fiska nú makrel í grønlendskum sjógvi.

Tveir stórir trolarar, sum Thor leigaði at vera móttøkuskip hjá føroyskum makrelskipum, hava fingið 10.000 tons hvør av makreli við Eysturgrønland.

Talan er um royndarfiskiskap. Kay Yu hevur longu verið í grønlendskum sjógvi í eina góða viku, og Kai Li er á veg hagar. Thor søkti annars fyrr í vikuni føroyska Fiskimálaráðið um móttøkuloyvi til Kai Li. Thor hevur fingið tilsøgn um móttøkuloyvi til Kai Yu.

Sambært íslendska blaðnum Fiskifréttir hevur Royal Greenland gjørt sáttmála við kinesisku reiðaríini um fiskiskapin.

Grønlendingar royndu fyrst at fáa føroyingar, íslendingar og danir at fiska grønlendska makrelin. Men skip í teimum londunum fingu ikki loyvi frá sínum myndugleikum.

Til dømis gav íslendska fiskimálaráðið tveimum íslendskum trolarum greið boð um at gevast at fiska makrel fyri Grønland.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 21. november
Jambalaja - 211126
216767
Leygardag 21. november
Upp á tá - 201126
216763
Fríggjadag 20. november
Vikuskiftið 20 nov 2026
216752
Fríggjadag 20. november
LEITISSTEIN 20.11.2026 (Linda Andrews)
216750
Fríggjadag 20. november
Breddin: Leigubústaðir og skattafyrimunir
216730
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 20. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216714
Fríggjadag 20. november
Veðrið
216748
Hósdag 19. november
Veðrið
216688
Hósdag 19. november
Silja millum strokini
216631
Mikudag 18. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216592