Landsrætturin útsett mál um pápafarloyvi

Landsrætturin útsett mál um pápafarloyvi
Kári á Rógvi noyðist at bíða til heystar eftir dómi í landsrættinum í einum máli um løn frá løgtinginum í farloyvistíðini.
Kári á Rógvi stevndi løgtinginum eftir løn fyri tær fýra vikurnar, hann var í pápafarloyvi. Rætturin frídømdi løgtingið, men dómurin er nú skotin inn fyri landsrættin.

15.08.2012 - 16:58

Tað verður ein løta enn, áðrenn Landsrætturin tekur støðu til starvsfólkapolitikkin hjá løgtinginum.

Fyri einum ári síðani frídømdi Føroya rættur løgtingið í einum sakarmáli, sum Kári á Rógvi, fyrrverandi løgtingsmaður, byrjaði móti arbeiðsgevara sínum, løgtinginum.

Kári á Rógvi skeyt dómin inn fyri Landsrættin. Eystari Landsrættur, sum er í Føroyum, skuldi viðgera málið í dag. Men viðgerðin varð útsett til seint í oktober.

Onga løn í farloyvistíðini

Kári á Rógvi stevndi løgtinginum eftir løn fyri tær fýra vikurnar, hann var í pápafarloyvi.  Rætturin frídømdi løgtingið. Kári á Rógvi fekk einki lyfti um løn í farloyvistíðini, sigur rætturin. Og hann eigur heldur ikki at fáa løn fyri farloyvistíðina.

Rætturin vísir til lógina um barsilsskipan. Sambært henni hava kvinnur serrættindi. Tær eiga einsamallar fyrstu 14 vikurnar eftir at barnið er føtt.

Kári á Rógvi var í farloyvi úr løgtinginum, áðrenn fyrstu 14 vikurnar vóru farnar. Harafturat brúkar løgtingið reglurnar, sum eru galdandi á almenna arbeiðsmarknaðinum. Tær siga, at menn hava rætt til barsilsfarloyvi í ein mánað, men tað er uttan løn.

Og tí segði Føroya rættur, at Kári á Rógvi átti ikki at fáa løn fyri tær fýra vikurnar, hann var í pápafarloyvi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 17. mars
Morgunlestur týsdagur 17.mars 2026
205617
Mánadag 16. mars
Valkøn mánakvøldið 16. mars
205726
Mánadag 16. mars
Norðurljóð 16.mars 2026
205382
Mánadag 16. mars
RagnarRokk: Chase Wilson um Endless
205697
Nýggjastu sendingar í SV

Annað frá KVF