- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroyanevndin verður kunnað um grind og list

Kunning um grindadráp er á skránni, tá Føroyanevndin hjá fólkatinginum kemur til Føroya.

Nevndin kemur sunnukvøldið, og mánadagin fer hon til Suðuroyar. Har fer Hans í Líðini í Vági at greiða frá um grindadráp fyrr og nú. Viðrar, sleppa fólkatingslimirnir eisini at royna grindabátarnar.

Í Suðuroynni

Føroyanevndin skal eisini síggja Saltsiloina á Drelnesi, og farið verður inn á gólvið á Varðanum Pelagic á Tvøroyri. Týsdagin er politikkurin á skránni. Føroyanevndin hittir løgmann og Uttanlandsnevndina hjá løgtinginum. Týsdagin fær Føroyanevndin eisini kunning um peningastovnarnar og oljuleitingina.

Mikudagurin er settur av til vinnuna. Meðan siglt verður við Hvidbjørnen til Runavíkar, fær nevndin at vita, hvat danska verjan fæst við í Føroyum. Nevndin vitjar eisini Bakkafrost á Glyvrum og Thor í Hósvík.

Myndlist og bókmentir

Áðrenn nevndin fer aftur til Danmarkar hósdagin, fer Kinna Poulsen at halda fyrilestur um føroyska myndlist og bókmentir, og á veg vestur verður steðgað á hjá Føroya Tele í Hoyvík.Og áðrenn farið verður í flogfarið, fær nevndin kunning um flogvøllin.

Sjúrður Skaale er formaður í Føroyanevndini hjá fólkatinginum, og Edmund Joensen er næstformaður.